At garva skinn

Alún til at garva skinn við fæst til keyps á apotekinum. Á síðuni her finnur tú tvær ymiskar leiðbeiningar. Tann fyrra leiðbeiningin er skrivað á síðuni her. Ta seinnu og nýggjaru leiðbeiningina finnur tú einans niðast á síðuni. Í tí nýggju leiðbeiningini verða m.a. eyggjareyðar nýttir. Báðar leiðbeiningar kunnu takast niður.

Leiðbeining

Um heystið, áðrenn flettingin kemur fyri, velur tú tær skinnið, ið skal garvast. Tá ið seyðurin er flettur, tekur tú skinnið beinanvegin, leggur tað út á eitt borð, meðan tað enn er heitt, og saltar skinnið væl.

Hevur tú fleiri skinn, kanst tú leggja tey oman á hvørt annað, og salta so hvørt einstakt skinn væl.

Saltið skal sjálvandi stroyast á skinnsíðuna, meðan ullsíðan vendir niður.

Dagin eftir rívur tú skinnið um og saltar enn einaferð. Ansa eftir, at eingin berur blettur er. Er onkur ósaltaður blettur á skinninum, fer hetta at vísa seg seinni, tí har ósaltað er, missir skinnið ullina.

Tá skinnið hevur ligið í salti í minsta lagi í 7 samdøgur, verður tað skolað.

Feittklumpar verða reinsaðir væl úr skinnsíðuni, og síðani verður skinnið vaskað væl við flógvum sápuvatni. Brúka sápuspønir at vaska við, endiliga ikki sulfosápu, tí tá vaskar tú feittið úr skinninum og ullini.

Tá skinnið er vaskað og skolað – best er at skola í sjógvi ella blanda 500 g av salti í 15 litrar av vatni til hvørt skinnið – verður tað breitt út á eitt borð. Strekk tað væl út!

Nú skalt tú gníggja alún inn í skinnið – umleið 300 g á hvørt skinnið. Til hetta arbeiðið skalt tú gera tær ein træstubba, sum liggur væl í hondini. Gníggja síðani alúnið væl og virðiliga inn í skinnið. Alúnviðgerðin varar í 5 samdøgur.

Gev gætur

  • Ver varin við alúni, tí tað kann órógva húð og slímhinnur.
  • Ansa eftir ikki at anda alúnið inn.
  • Nýt handskar og dustmasku.

Tá ið skinnið er turt

Tá ið skinnið er turt, skal tað pussast við sandpappíri. Strekk skinnið væl út.

Nú skal ullin greiðast og skinnið stákast til. Tú kanst brúka karðar at greiða við. Vilt tú ikki hava broddin, eru ráðini, at klippa skinnið. Tá tað er snøggað, er arbeiðið liðugt. 

Les meira um at garva skinn í leinkinum niðanfyri.

Upplatingartíðir