Vilt tú fyribyrgja at blíva sólbrend/ur, mást tú brúka sólkrem.
Sólin turkar húðina. Tí er eisini týdningarmikið at smyrja krem ella aftersun-lotion á, tá ið tú hevur verið nógv í sólini.
Um tú hevur verið ov leingi í sólini, sæst og merkist tað fyrst eftir nøkrum tímum. Húðin gerst reyð, heit og tað fer at skriða, og, um tað er serliga ringt, kunnu vætufyltar bløðrur koma. Aftersun-lotion ella vætukrem kunnu linna nakað.
Summi tola illa sólina og fáa sóleksem. Tað kann viðgerast við hydrocortison-kremi, sum fæst í handkeypi á apotekinum. Eitt tunt lag skal smyrjast á 1-2 ferðir um dagin, og tá skalt tú halda teg burtur frá sólini, beint eftir at tað er smurt á.
Um tað fer at skriða í húðini, kann doyvandi krem smyrjast á. Halt teg frá sólini, til roðin og skriðin eru horvnir fullkomiliga. Ert tú illa sólbrend/ur, ella hevur tú fingið ringt sóleksem, skalt tú seta teg í samband við lækna.