Angribolli

Neyðfyribyrgingartablettir vanliga nevndar angribollar forða fyri at verða við barn aftan á samlegu. 

Neyðfyribyrging er sambært Helsestatistik for de nordiske lande 2014 lutfalsliga útbreitt í Norðanlondum. Nýtslan er hægst í Norra og lægst í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Tøl frá 2004-2013 vísa, at nýtslan av neyðfyribyrgingartablettum í Føroyum er økt hvørt ár síðani 2004, samstundis sum tøl frá 2004-2013 vísa á, at nýtslan av aðrari hormonfyribyrging er lækkað í Føroyum.

Gev gætur! Angribollin er bert ein neyðloysn.

  • Tað eru 2 sløg av angribollum: Norlevo og ellaOne. Bæði sløgini fáast sum handkeypsvøra á apotekinum.
    • Angribollin NorLevo® hevur kvennliga kynshormonið levonorgestrel í sær. NorLevo®-angribollin seinkar eggloysn og eigur at verða nýttur innan 12 timar og í seinasta lagi 72 timar (3 samdøgur) aftan á óvarda samlegu, eller brek á øðrum fyribyrgingarhátti.
    • Angribollin ellaOne® hevur ulipristalacetat í sær, ið darvar ella forðar eggloysn. Um eggloysn longu hevur verið, hevur ellaOne® ongan virknað. ellaOne®-angribollin eigur at verða nýttur í seinasta lagi 120 timer (5 samdøgur) aftan á óvarda samlegu ella brek á øðrum fyribyrgingarhátti.
    • Tú mást ikki nýta NorLevo® og elleOne® samstundis.
  • Angribollar eiga at verða nýttir skjótast til ber aftan á óvarda samlegu. Ein kunningarlepi við fleiri upplýsingum er í pakkanum. Tosa altíð við apotekið ella læknan, um tú ivast.
  • Virknaðurin kann minka, um hann verður nýttur saman við antibiotiku, heilivági fyri epilepsi ella náttúruheilivági, ið hevur perikon í sær. Angribollin minkar virknaðin á fyribyrging við hormonum. Nýt tí hít saman við tíni fyribyrging til næstu mánasjúku.
Á hvønn hátt verða angribollar nýttir?

Angribollar eru ikki fyribyrging eins og vanligir fyribyrgingarhættir t.e. p-pillarar, hít, snyril o.a.

Angribollin er bert ein neyðloysn og kann nýtast, tá illa vil til orsakað av svikaligum fyribyrgingarhættum ella óvardari samlegu.

Brek á fyribyrgingarhættum kann vera:

  • Ein hít skrædnar ella glíður av undir samlegu.
  • Tú gloymir at fáa tær p-pillara, minipillara, p-ring eller p-plástur, sum forskriften vísir.
  • Snyrilin dettur úr.
  • Tú tekur skeiðarpessar eller skeiðarhít ov tíðliga burtur.
  • Tú hevur havt kynslív uttan verju.

Jú fyrr angribollin verður tikin, tess betri er trygdin fyri, at tú ikki verður við barn. Angribollin eigur bert at verða nýttur eina ferð í somu mánaðarbløðing.

Hvussu tryggur er hátturin?

Angribollin veitir ikki 100% trygd. Tað er enn kjansur fyri, at tú verður við barn.

Minst til at gera eina gitnaðarkanning:

  • Um mánasjúkan er seinkað meira enn ávíkavist 5 dagar aftan á nýtslu av NorLevo® og 7 dagar aftan á nýtslu av ellaOne®.
  • Um tú bløðir óvanliga á regluligari mánasjúku.
  • Um tekin eru um, at tú ert við barn.
  • Um tú nýtir p-pillarar, minipillarar, p-ring eller p-plástur, og mánasjúkan ikki kemur.

Angribollar nevnast eisini neyðfyribyrging, tá teir ikki kunnu nýtast sum fyribyrging.

Ert tú í vanda fyri at verða við barn, kanst tú taka ein angribolla skjótast til ber aftan á óvarda samlegu.

Ert tú longu við barn, hevur angribollin onga ávirkan. Tekur tú kortini angribollan, óvitandi um at tú longu ert við barn, er eingin vandi fyri, at fostrið verður vanskapað.  

Hvussu skjótt eigur angribollin at verða nýttur?

Angribollar eiga at verða nýttir skjótast til ber aftan á óvarda samlegu. Viðgerðin við levonorgestrel (NorLevo®) eigur at byrja innan 12 timar og í seinasta lagi 72 timar aftan á óvarda samlegu. Viðgerðin við ulipristalacetat (ellaOne®) eigur at byrja skótast til ber og í mesta lagi 120 timar (5 samdøgur) aftan á óvarda samlegu. Bæði sløgini fáast sum handkeypsvøra á apotekinum. 

Hvør kann nýta angribollar?

Allar kvinnur frá kynsbúning til skiftisár.

Hvussu ofta kann eg nýta angribollar?

Angribollin eigur ongantíð at verða nýttur í staðin fyri vanliga fyribyrging og eigur bert at verða nýttur eina ferð í somu mánaðarbløðing.

Hvørji hjáárin eru vanligast?

Tey hjáárin, sum oftast kennast, eru vaml, pína niðast í maganum, møði, høvuðpína og svimbul. Hesi hjáárin eru ikki varandi og javna seg vanliga innan 48 tímar aftan á nýtslu av tablettunum.

Hvat er at gera, um eg spýggi, tá eg havi nýtt angribollar?

Tað er sjáldan, at kvinnur spýggja av angribollum. Hendir tað tó innan 3 tímar, eigur tú beinanvegin at fáa tær eina aðra tablett fyri at tryggja virknaðin (sí kunningarlepan).

Hvussu kann eg vera vís í, at angribollin riggaði?

Fyri at fáa vissu fyri at angribollin riggaði, eigur tú at gera eina gitnaðarkanning, um mánasjúkan er seinkað meira enn ávíkavist 5 dagar fyri NorLevo® og 7 dagar fyri ellaOne® í mun til regluliga mánasjúku, ella um bløðingin sýnist óvanlig. 

Hvat um eg havi gloymt mína vanligu fyribyrging og tí nýti angribolla?

Sum útgangsstøði kanst tú halda fram sum vanligt, men nýta aðra fyribyrging (t.d. hít) til næstu mánasjúku. Angribollar kunnu gera, at virknaðurin av p-pillarum, minipillarum, p-ringi og p-plástri verður verri. Tilráðingin kann tó vera ymisk til ymisku sløgini. Les kunningarlepan ella spyr apotekið ella læknan. Fært tú aðra tilráðing frá læknanum, skalt tú gera, sum hann sigur.

Hvar fái eg angribollar?

Angribollar fáast sum handkeypsvøra á apotekinum. 

Kann eg nýta angribollar, meðan eg gevi bróst?

Heilivágevnið í angribollum verður úrskilt i móðurmjólkini, og tí verður tilrátt at geva bróst, beint áðrenn tablettin verður nýtt. Til Norlevo® verður tilrátt ikki at geva bróst í minsta lagi 8 tímar eftir, at tablettin er nýtt. Tað er óvist, hvussu ellaOne® ávirkar móðurmjólkina. Spyr tí læknan, um tú kanst nýta ellaOne®, meðan tú gevur bróst. 

Í tíðarskeiðinum tú ikki kanst geva bróst, kanst tú mjólka út við einari bróstpumpu og koyra mjólkina burtur. Á tann hátt heldur tú gongd á mjólkaframleiðsluni.

Hvussu virka angribollar?

NorLevo® steðgar eggloysn og ellaOne® ávirkar nátúrliga hormonið progesteron, sum er neyðugt fyri eggloysn og darvar sostatt eggloysn. Angribollar eru ikki 100% álítandi. 

Hvussu verður mín mánaðarbløðing ávirkað?

Viðgerðin hevur ikki broyting í mánaðarbløðingini við sær, men smábløðingar kunnu koma fyri til næstu mánasjúku. Hjá sløkum 3/4 kemur næsta mánasjúka áðrenn ella í seinasta lagi 3 dagar aftan á regluliga mánasjúku. Kemur mánasjúkan ikki ávíkavist 5 dagar fyri NorLevo® og 7 dagar fyri ellaOne®  í mun til regluliga mánasjúku, eigur tú at gera eina gitnaðarkanning.

Aðrir hættir til neyðfyribyrging

Angribollar er mest nýtti háttur til neyðfyribyrging. Annar møguleiki er at fáa snyril ísettan. Snyrilin skal setast í undir kanning hjá læknanum innan 5 dagar aftan á óvarda samlegu. Snyril til neyðfyribyrging er týðandi fyri kvinnur, ið seinni ætla at nýta snyril til fyribyrging.

Upplatingartíðir