
Helo-krem
Til turra og viðbrekna húð
Dagligt húðkrem til turra, sera turra og irriteraða húð og hóskar væl til atopiska húð.
- Mýkir og styrkir húðina
- Varðveitir vætuna í húðini
- Linnar skriða
Virknaður
Helo-krem mýkir húðina og hjálpir henni at varðveita natúrligu vætuna. Kremið er við til at verja, styrkja og endurskapa húðina. Kremið linnar skriða og svíður ikki, tá tað verður smurt á rivur og viðbrekna húð.
Kann smyrjast á alt holdið fleiri ferðir dagliga, tá tørvar.
Aqua
Paraffinum liquidum
Cetearyl alcohol
Glycerin
Cetrimide
Góð ráð
Hugsa um, at ovurvasking við sápu og vatni kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. Í staðin fyri kunnu baðiolja ella reinsievni, ið hava olju í sær, nýtast. Ikki er ráðiligt at nýta sápu og olju í senn, tí sápan ger, at oljan verður nyttuleys.














