Karbamid-krem 2%
7907968

Karbamid-krem 2%

Uttan anga
Feittinnihald: 26%

Til turra húð

Stimbrandi húðrøkt til andlit og kropp, ið varðveitir vætuna í húðini.

  • Vætubindandi
  • Loysir upp harða húð
  • Beinir burtur deyða húðkyknu
200 ml
10 ml

Virknaður

Karbamid-krem inniheldur karbamid (urea), ið varðveitir vætuna í húðini og mýkir hana. Tað loysir upp harða húð og beinir burtur deyða húðkyknu. Karbamid svíður, um tað verður smurt á sár ella skadda húð.

Smyr á, bíða eina løtu og gníggja síðani kremið inn í húðina. Smyr tjúkkari lag á turr øki. Besta úrslitið fært tú beint eftir bað. Ynskir tú ein sterkari virknað, kanst tú royna Karbamid-krem 5%.

Aqua
Paraffinum liquidum
Urea
Stearic acid
Glyceryl stearate
Triethanolamine
Carbomer

Kann smyrjast á fleiri ferðir dagliga eftir tørvi
Til alt húskið

Góð ráð

Hugsa um, at ovurvasking við sápu og vatni kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. Í staðin fyri kunnu baðiolja ella reinsievni, ið hava olju í sær, nýtast. Ikki er ráðiligt at nýta sápu og olju í senn, tí sápan ger, at oljan verður nyttuleys.