
Zink salva
Verjandi salva
Linnar, lekir og mýkir
- Verjir og turkar húð, ið er vorðin reyð og viðkvom
- Væl egnað til reyðar barnarumpur
- Kann eisini nýtast til vaksin
Virknaður
Húðin hjá blæubørnum verður lætt ávirkað av landi, skarni og sveitta. Salvan inniheldur zink (10% zinkoxid), sum linnar, lekir og turkar reyðu húðina skjótt og væl, umframt lanolin og vaselin, sum leggja seg sum eitt verjandi lag á húðina.
Smyr eitt tunt lag á reyðu húðina. Húðin skal vera rein og turr áðrenn tú smyrt. Kann brúkast fleiri ferðir um dagin.
Petrolatum (vaselin),
Lanolin,
Aqua,
Zinc oxide
Góð ráð
Hugsa um, at ovurvasking við sápu og vatni kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. Í staðin fyri kunnu baðiolja ella reinsievni, ið hava olju í sær, nýtast. Ikki er ráðiligt at nýta sápu og olju í senn, tí sápan ger, at oljan verður nyttuleys.














