Sum dátuábyrgdari av teimum persónupplýsingum sum vit í Apoteksverkinum hava um teg, er tað okkara ábyrgd at tryggja, at upplýsingar sum vit hava um teg, verða viðgjørdar á lógligan og tryggan hátt, og í trúnaði.
Apoteksverkið tekur hesa ábyrgd í størsta álvara, og tiltøk eru sett í verk til tess at verja tínar persónupplýsingar.
1.1 Henda kunning um viðgerð av persónupplýsingum lýsir hvussu Apoteksverkið (”apotekið”,”apotekinum”, ”vit”, ”okkara”) viðgera upplýsingar um teg.
1.2 Dátuverndarkunningin umfatar persónupplýsingar, sum vit viðgera um teg sum viðskiftafólk (tá tú verður avgreidd/ur á apotekunum) ella tá tú vitjar heimasíðuna hjá okkum á www.apotek.fo (”heimasíðan”), og aðrar talgildar tænastur hjá okkum.
1.3 Apoteksverkið er dátuábyrgdari fyri viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tá tú vendir tær til Apoteksverkið í samband við viðgerð okkara av tínum persónupplýsingum, skal tað gerast soleiðis sum greitt er frá undir punkt 8.
Vit viðgera altíð tínar persónupplýsingar sambært hesi dátuverndarkunning og sambært teimum til eina og hvørja tíð galdandi lógum og kunngerðum, sum vit eru undirløgd.
Rættargrundarlagið fyri viðgerðini av persónupplýsingunum er í Dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 1,2 og 8 og § 12 stk. 1 nr. 1,2 og 8.
2.1 Apotekini hava vakmyndaeftirlit í bygningunum og uttanum á matriklunum hjá Apoteksverkinum herundir eisini heilivágspakkaboks og sjálvtøkum, og vit goyma myndatilfarið sambært reglum, sum eru galdaldi hesum viðvíkjandi.
2.1.1 Vakmyndaeftirlit hevur til endamáls at tú – eins og starvsfólk okkara - skalt kenna seg trygga/n á apotekunum, umframt at vakmyndaeftirlit virkar fyribyrgjandi móti lógarbrotum. Eftirlitið fer fram við vakmyndatólum, sum eru sett upp í avgreiðsluhølunum á apotekunum og við inngongdir til bygningar hjá Apoteksverkinum. Í avgreiðsluhølunum og uttaná bygningum eru sett upp sjónlig skelti/piktogramm, har upplýst er um vakmyndaeftirlit.
2.1.2 Lógargrundarlagið fyri viðgerðini er okkara lógligi áhugi at verja viðskiftafólk og starvsfólk og at fyribyrgja lógarbrotum.
2.2 Tá tú keypir handkeypsheilivág og aðrar vørur í handkeypi á apotekunum savna vit ikki upplýsingar um teg, uttan mun til um tú rindar kontant ella við gjaldskorti.
2.3 Tá tú keypir ella fært útflýggjað reseptskyldugan heilivág á apotekunum: Vit viðgera upplýsingar um navn, bústað, p-tal og heilsuupplýsingar viðvíkjandi heilivági, ið tú fært útflýggjaðan. Upplýsingarnar um teg fáa vit frá Landsfólkayvirlitinum og Talgildu Heilsuskipanini og verða skrásettar í apoteksskipanini, sum m.a. roknar út møguligt tilskot frá Heilsutrygd.
2.3.1 Endamálið er at tryggja tín samleika og at útflýggja rættan heilivág, umframt at tryggja, at tú fært tilskot frá Heilsutrygd sum tú hevur rætt til, og at útinna tær heilsurættarligu skyldur, sum okkum eru álagdar.
2.3.2 Rættargrundarlagið fyri viðgerðina er at vit lúka tær treytir sum álagdar eru sambært løgtingslóg nr. 104 um Apoteksverkið og heilivág.
2.4. Medisinsk útgerð og fráboðanir. Viðgerðin umfatar skráseting av medisinskari útgerð, herundir medisinska útgerð í in-vitro diagnostikki og fráboðanir av hendingum. Hetta til tess at góðskutryggja medisinska útgerð.
Heimildin til hesa viðgerð er í Løgtingslóg nr. 76 frá 6. mai 2022 og Kunngerð nr. 12 frá 9. februar 2023 um medisinska útgerð viðvíkjandi skrásetingarskyldu og fráboðanum til Landsapotekaran.
2.5. Viðgerðarfarmaseut. Endurávísing av heilivági og fyriskipan av skamtluting, uttan gylduga forskrift frá lækna.
Heimildin til hesa viðgerð er í kunngerð nr. 603 frá 30. mai 2024.
2.6. Umsøkjarar og starvsfólk
Í sambandi við umsóknir um starv og starvssetan viðgerð Apoteksverkið persónupplýsingar um teg. Ítøkiligu persónupplýsingarnar eru grundarlag fyri viðgerðini í hesum sambandi.
2.7. Partgjaldskipan
Í samband við partgjaldskipan - har borgari ger avtalu við Apoteksverkið um rindan av egingjaldi í smáum - viðgera vit hesar persónupplýsingar: navn, p-tal, telefonnummar og kontoupplýsingar. Heimildin til hesa viðgerð er í kunngerð nr. 160 frá 21. oktober 2025.
2.8 Schengen heilivágsváttan
Tá tú biður um Schengen heilivágsváttan, goyma vit vanligar persónupplýsingar og heilsuupplýsingar, umframt passnummar.
3.1 Nakrar av upplýsingunum um teg fáa vit frá tær, tá tú ert inni á apotekinum sum viðskiftafólk hjá okkum, ella tá tú vitjar talgildu tænastur okkara, m.a. umvegis Vangan.
3.2 Vit fáa eisini persónupplýsingar um teg frá triðja parti, millum annað i) Landsfólkayvirlitinum um navn, p-tal og bústað og foreldur-barn samband, ii) lækna ella tannlækna í samband við forskriftir; iii) Heilsutrygd í samband við at rokna tilskot til heilivág iv) Talgildu Føroyum í samband við fartelefon og teldupost v) Almannaverkið í samband við fyritíðarpensjón.
4.1 Upplýsingar, sum verða savnaðar í sambandi við upptøkur frá vakmyndatólum, sum nevnt í 2.1, kunnu verða latnar víðari til løgregluna í samband við kanningararbeiði í samband við møguligt lógarbrot.
4.2 Upplýsingar, sum verða savnaðar í sambandi við útflýggjan av heilivági, vera latnar víðari umvegis Talgildu Heilsuskipanina.
4.3 Persónupplýsingar um teg kunnu verða latnar til granskarar, sum viðgera heilsuupplýsingar í samband við verkætlanir innan heilsugransking.
4.4 Persónupplýsingar verða eftir umbøn latnar víðari til heilsumyndugleikar, um lógarheimild er fyri hesum.
5.1 Upplýsingar í sambandi við vakmyndaeftirlit verða goymdar í 30 dagar, og síðan strikaðar sjálvvirkandi.
5.1.1 Um løgreglan hevur brúk fyri upptøkum í sambandi við møguligt lógarbrot, verða upptøkurnar goymdar, inntil kanningararbeiðið og møguligt rættarmál er liðugt. Í slíkum førum verða upptøkurnar latnar løgregluni, í tann mun tað er neyðugt.
5.2 Upplýsingar í samband við útflýggjan av reseptskyldigum heilivági verða sum meginregla ikki strikaðar. Orsøkin er tann, at vit hava lógligan áhuga í at goyma upplýsingarnar í sambandi við heilivágsviðgerð.
5.3 Heimasíðan hjá Apoteksverkinum nýtir farspor til tess at betra um tænastuna á síðuni, td. at gera heimasíðuna meira ítøkiliga og viðkomandi fyri vitjandi. Brúk av farspori verður heimilað í ítøkiligum samtykki frá tí vitjandi, sum altíð kann takast aftur. Upplýsingar um brúk av heimasíðu okkara verða strikaðar í seinasta lagi 6 mánaðir eftir at tú hevur vitjað heimasíðuna.
Sambært dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum, nærri lýst í kapitli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini eru hesi:
Tú hevur eitt nú rætt til at fáa innlit í tínar persónupplýsingar, fáa upplýsingar strikaðar, sum Apoteksverkið ikki longur hevur eitt endamál at goyma og heimilað grundarlag til at viðgera, og at fáa rætta tínar persónupplýsingar, um hesar eru skeivar.
Rættindini eru ikki treytaleys, og tað velst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú hevur spurningar til tíni rættindi og ynski um innlit við meira, so hevur tú møguleika at senda teldupost til datuverndarfolk@apotek.fo ella seta teg í samband við okkum sambært lýsing í punkt 8.
Vit mæla til, at tú ikki sendir okkum viðkvæmar ella trúnaðar upplýsingar í hesum sambandi.
Møguleikin at klaga til Dátueftirlitið
Sambært § 76 í dátuverndarlógini kann skrásetti klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum.
Um mett verður, at Apoteksverkið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvar við reglurnar í dátuverndarlógini, er møguligt at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00.
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.
Dátuverndarfólk
Apoteksverkið hevur tilnevnt dátuverndarfólk, og um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum í Apoteksverkinum, kanst tú venda tær til dátuverndarfólkið á datuverndarfolk@apotek.fo, og heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Apoteksverkið, Staravegur 15, FO-100 Tórshavn, att. Dátuverndarfólk.
7.1 Vit hava sett í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig trygdartiltøk fyri at tryggja, at persónupplýsingar ikki við vilja ella av óvart verða fyribeindar, burturmistar, broyttar ella skerdar, og at tær ikki koma óviðkomandi í hendi ella verða misbrúktar.
7.2 Bert starvsfólk, sum hava tørv á at fáa atgongd til tínar persónupplýsingar í starvi teirra í Apoteksverkinum, hava atgongd til hesar upplýsingar.
8.1 Apoteksverkið er dátuábyrgdari fyri persónupplýsingum sum verða viðgjørdir á apotekunum og á talgildu miðlum okkara.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til hesa Dátuverndarkunning ella tú vilt brúka tíni rættindi, kanst tú seta teg í samband við:
Apoteksverkið
Staravegur 15, FO 100 Tórshavn
Tlf. nr.: 404040
Teldupostur: landsapotekarin@apotek.fo
9.1 Í samband við broytingar í Dátuverndarkunningini verður altíð nýggjasta útgáva av kunningini løgd á heimasíðuna.
9.2 Henda útgáva av Dátuverndarkunningin er dagførd 3. november 2025.