At brúka heilivág og medisinska útgerð kann hava stóran týdning fyri heilsu og lívsgóðsku. Samstundis er tað týdningarmikið, at vit øll eru tilvitað um, at bæði heilivágur og útgerð kunnu geva hjáárin, ella ikki altíð virka sum ætlað.
Tað er sera umráðandi, at hvør einstakur – bæði sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk – fráboða, tá okkurt hendir. Við at siga okkum frá, hjálpir tú til við at savna vitan, sum kann brúkast til at betra um trygdina og góðskuna av heilivági, koppingarevni og medisinskari útgerð í Føroyum.
Hjálp okkum at fáa meira at vita um hjáárin við at boða okkum frá. Um serlig fyribrigdir verða eyðmerkt hjá teimum føroysku borgarunum, kann mann kunna og møguliga ávara um tað.
Boða okkum frá hjáárini
Borgarar og avvarðandi kunnu sjálvboðið fráboða hendingar viðv. medisinskari útgerð. Við skráseting kunnu trupulleikar skjótari avmarkast og neyðugar rættleiðingar fremjast. Um borgari ella avvarðandi fráboðar, verður spurt um Landsapotekarin kann seta seg í samband við viðkomandi. Kontakupplýsingar verða bert nýttar av Landsapotekarinum.
Boða okkum frá hendingInnflytarar, seljarar og framleiðarar av medisinskari útgerð ella medisinskari útgerð í in-vitro diagnostikki, ábyrgdarhavandi á sjúkrahúsi og løggild heilsustarvsfólk, herundir løggild heilsustarvsfólk, ið eru privat vinnurekandi uttanfyri heilsuverkið, og onnur, ið sum liður í teirra virksemi nýta medisinska útgerð ella medisinska útgerð í in-vitro diagnostikki, hava skyldu til alt fyri eitt at boða Landsapotekaranum frá feilum, lýtum ella øðrum veikleikum við hesi útgerð, umframt óneyvleikum í merking ella nýtsluleiðbeining, ið viðkomandi hevur kunnleika um, og sum kann føra ella kann hava ført við sær, at heilsustøðan hjá sjúklingi ella brúkara versnar munandi, ella at sjúklingur ella brúkari andast.