Hoyfepur
Ofta uppliva vit, at viðskiftafólk okkara koma á apotekið, tá sjúkueyðkennini fyri hoyfepurin eru byrjað. Um møguligt, so verður viðmælt at byrja viðgerðina, áðrenn sjúkueyðkennini vísa seg. Eisini skal ein syrgja fyri at vera vælviðgjørdur í øllum tíðarskeiðinum, og annars avmarka nøgdina av flog- og blómusáði (pollen), ið ein er fyri.
Orsøkin til hoyfepur er ein ovurviðkvæm reaktión av flog- ella blómusáði. Reaktiónin hevur við sær, at ein bruni kemur í rovurnar í eygunum og í nøsini.
Ovurviðkvæmi og hoyfepur kann taka seg upp í øllum aldri. Hoyfepur sæst tó sjáldan hjá smábørnum.
Sjúkueyðkenni fyri hoyfepur
- Njósan og nasaflot, nøsin kann eisini merkjast tipt
- Skriðjan í nøsini
- Skriðjan í eygunum
- Reyð eygu
- Vatnaði eygu
- Skriðjan í svølginum
- Møði

Viðgerð fyri hoyfepur
- Antihistaminir sum tablettir
- Antihistaminir sum eygnadropar
- Glukokotikoid sum næsapístr
Omanfyri nevndi heilivágur er viðmældur og fæst í handkeypi. Spyr á apotekinum, so finna vit saman røttu viðgerðina til tín.
Góð ráð
- Byrja viðgerðina í góðari tíð
- Hav ikki vindeygu opin í tíðarskeiði við nógvum flog- og blómusáði í luftini
- Lufta út á kvøldi, tá eru ikki líka nógv flog-og blómusáð í luftini
- Far í bað áðrenn tú fert at sova, fyri skola flog- og blómusáð úr hárinum








