Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið

Umsóknarfreist:
19.04.2026

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru sjey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja:

  • 4 á Tjaldurs Apoteki
  • 1 á Suðuroyar Apoteki
  • 1 á Norðoya Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Vága Apoteki.
  • 1 sum kombinæmingur á Vága Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum og á Norðoya Apoteki.

Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.

Um læruplássini

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, røktarheim og bústovnar.

Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.

Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:

  • hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
  • hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu
  • ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
  • dámar nýggjar avbjóðingar
  • ert búgvin og tekur ábyrgd
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu
  • hevur góð samstarvsevni

Lærutíðin byrjar 1. september 2026. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 15. mai ella eftir avtalu.

Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Nærri kunning

Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:

Umsóknir

Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á leinkið í seinasta lagi 19. apríl 2026.

Umsókn til Tjaldurs Apotek – leinki

Umsókn til Suðuroyar Apotek – leinki

Umsókn til Norðoya Apotek – leinki

Umsókn til Vága Apotek - leinki

Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo.