Kantinufólk til Landsapotekaran og Framleiðsluapotekið

Umsóknarfreist:
22.02.2026

Søkt verður eftir einum álítandi og arbeiðssomum kantinufólki, sum kann átaka sær dagligu ábyrgdina av arbeiðinum í kantinuni hjá Landsapotekaranum og Framleiðsluapotekinum. Rætti umsøkjarin, hevur hugflog og royndir innan heilsugóða matgerð, er samstarvssinnaður og vil vera við til at tryggja eitt gott og reint arbeiðsumhvørvið, har dentur verður lagdur á minst møguligt matspill.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireika og matgera til máltíðir - morgunmat og miðmála
  • Gera kaffi til starvsfólk og fundir
  • Vaska køksútgerð og halda kantinuna reina
  • Ábyrgd av innkeypi, móttøku, goymslu og skipan av matvørum
  • Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, av tær

  • Royndir við matgerð ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Grundleggjandi vitan um reinføri og mattrygd
  • Evni at arbeiða í einum skjótum og virknum arbeiðsumhvørvi
  • Góða likamliga orku og førleikar at standa og ganga nógv
  • Góð samstarvsevni og jaligan hugburð

Vit bjóða

Støðuga arbeiðstíð, og ein gerandisdag saman við góðum og stuðlandi starvsfeløgum.

Somuleiðis ein møguleika at menna tíni matlistarligu evnir við gagnnýtslu av teimum innkeyptu rávørum, ið tekur støði í matargjaldi frá starvsfólkum.

Setanarviðurskifti

Talan er um parttíðarstarv gerandisdagar 08:00-14:00, ella eftir avtalu, við setan skjótast tilber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Starvsfelagið.

Meira at vita

Ring ella skriva til Beintu Hilduberg, teldupostur beintah@apotek.fo ella telefon 404040.

Umsókn

Søk starvið við at trýsta á hetta leinkið og send okkum umsókn, lívsrensl og avrit av viðkomandi prógvi. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. februar 2026.

Les meira um okkum á www.apotek.fo.