Skrivstovulærlingur til fíggjardeildina hjá Apoteksverkinum

Hevur tú áhuga fyri tølum, búskapi og talgildum loysnum?
Apoteksverkið søkir eftir einum skrivstovulærlingi við sergrein innan almennari fyrisiting. Vit bjóða tær eina fjølbroytta og mennandi lærutíð, har tú fært innlit í bókhald, roknskap og fíggjarstýring á einum stórum og spennandi arbeiðsplássi.
Tú verður partur av fíggjardeildini, sum hevur ábyrgd av at røkja fíggjarligu uppgávurnar hjá apotekunum, Framleiðsluapotekinum og felags fyrisitingini. Vit leggja stóran dent á støðuga menning og talgilding av arbeiðsgongdum, og tú fært høvi at fáa innlit í og royndir við, hvussu nútímans fíggjarskipanir og sjálvvirkandi loysnir verða nýttar í dagliga arbeiðinum.
Arbeiðsuppgávur
Sum lærlingur fert tú millum annað at arbeiða við:
- Bókhaldi og viðgerð av rokningum og gjaldingum
- Debitor- og kreditorbókhaldi
- Avstemmingum og roknskaparligum uppgávum
- Fíggjarætlanum og fíggjarligari uppfylging
- Talgildum fíggjarskipanum og sjálvvirkandi arbeiðsgongdum
- Samskifti og samstarvi við aðrar deildir og veitarar
Tú fært neyðuga upplæring og vegleiðing, og so hvørt sum tú mennir tínar førleikar, fært tú møguleika at arbeiða meira sjálvstøðugt og taka størri ábyrgd.
Vit ímynda okkum, at tú
- Hevur áhuga fyri tølum, bókhaldi og búskapi
- Hevur áhuga fyri KT og talgildum loysnum
- Ert nærløgd/nærlagdur, álítandi og arbeiðir skipað
- Hevur góð samstarvsevni og ein jaligan hugburð
- Hevur lokið búskaparbreyt ella aðra viðkomandi miðnámsútbúgving
- Ert forvitin og hevur hug at læra nýtt
Um útbúgvingina
Útbúgvingin er skrivstovuútbúgving við sergrein innan búskap og fevnir um verkliga læru hjá Apoteksverkinum og skúlagongd í Danmark.
Lærutíðin er vanliga tvey ár, men kann vera ymisk alt eftir útbúgvingargrundarlagi.
Les meira um útbúgvingina á www.yrkisdepilin.fo.
Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðar lærupláss á fíggjardeildini hjá Apoteksverkinum á Staravegi 15 í Tórshavn.
Lærlingurin kemur at vísa til Elsbet B. Danielsen, roknskaparleiðara.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu.
Samband
Hevur tú spurningar um læruplássið, ert tú vælkomin at venda tær til:
Elsbet B. Danielsen
Roknskaparleiðari
Telefon +298 285818
Umsókn
Send umsókn saman við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum við at trýsta á Søk starvið niðanfyri.
Umsóknarfreist: 1. desembur 2026
Um Apoteksverkið
Apoteksverkið hevur ábyrgd av at framleiða, flyta inn, goyma, pakka, handla við og útflýggja heilivág í Føroyum. Virksemið umfatar Landsapotekaraembætið, Framleiðsluapotekið og fimm apotek kring landið. Les meira um okkum á www.apotek.fo.








