Starvsfólk til Skamtan

Umsóknarfreist:
17.11.2026

Arbeiðsstaður: Framleiðsluapotekið
Starvsbyrjan: Skjótast gjørligt
Starvsslag: Fulltíð

Vilt tú vera partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsplássi?

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til spennandi starv á Framleiðsluapotekinum. Viðkomandi verður partur av skamtanartoyminum, sum pakkar skamtaðan heilivág til áleið 1700 kundar. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv.

Starvið

Arbeiðið krevur tætt samstarv við hini í toyminum, og toymið skipar í stóran mun dagliga arbeiðið í pakkingini. Tú skalt bæði taka tær av maskinuni, sum pakkar heilivágin, og vera við til at tryggja, at alt verður gjørt rætt og skynsamt. Tú skalt eisini handfara tær nógvu vørurnar, sum skulu nýtast til pakkingina. Harumframt skalt tú vera tøk/ur til fyrifallandi uppgávur.

Talan er um eitt áhugavert starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.

Tínir førleikar

Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og ábyrgdarfull/ur. Arbeiðið krevur nærlagni, so vit vænta, at tú dugir væl at skipa arbeiðið. Tú dugir at brúka teldu og hevur hug at royna teg við pakkimaskinuni. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi. Tað kann vera ein fyrimunir at hava royndir við vøruhandfaran ella framleiðslu.

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Samband

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tel. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. november 2026. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið.

‍

Um Apoteksverkið

Apoteksverkið hevur ábyrgd av at framleiða, flyta inn, goyma, pakka, handla við og útflýggja heilivág í Føroyum. Virksemið umfatar Landsapotekaraembætið, Framleiðsluapotekið og fimm apotek kring landið. Les meira um okkum á www.apotek.fo.