Føroysk framleiðsla

Framleiðsluapotekið í Tórshavn er einasta stað í Føroyum, ið framleiðir heilivág.

Framleiðsluapotekið fevnir um Framleiðsludeildina, ið tekur sær av framleiðslu, skamtan og alivinnuni. Harumframt fevnir Framleiðsluapotekið um Góðskudeildina, ið millum annað tryggjar at framleitt verður sambært galdandi EU GMP/GDP-leiðreglum, og at vørurnar lúka ásett krøv.

Í Framleiðsludeildini verða upp í móti 200 ymiskar vørur framleiddar. Vørurnar fevna um alt frá húðrøkt, heilivági til fólk (humanan heilvág), djóraheilivági (veterineran heilivág), skamtaðum heilivági til umleið 1200 brúkarar, blandaðum viðgerðum til nýtslu á Landssjúkrahúsinum og mangt annað. 

Framleiðsludeildin býtt upp í økir

  • Galeniskt 
  • Sterilt
  • Tablett
  • Cytostatika
  • Alivinna
  • Skamtan

Les meira um økini á Framleiðsludeildini

Galeniskt

Í galeniska økinum verður alt, sum er flótandi, framleitt, fylt í fløskur/íløt og etiketterað. Her verður m.a. Salina, Vætukrem og Lýsisalva framleitt. Framleiddur verður eisini heilivágur so sum Carnitin og Xymelin. Harumframt verða eisini serstakar magistrellar vørur til einstakar kundar framleiddar her, m.a. miksturar, salvur, sjampo o.a.

Sterilt

Í sterila økinum verða framleiddar ymsar vætur til skoliløg, hettugløs til injektión og infusiónsposar, t.d. Lidokain og Natriumklorid.

Umframt hetta so verður bæði humanur og veterinerur heilivágur fyltur um úr stórum gløsum til minni mongdir.

Tablett

Her verða tablettir framleiddar, fyltar í íløt, og íløtini verða síðani etiketterað.

Dømi um tablettir, sum verða framleiddar, eru C-vitaminir, Koffinautin fyri sjóverk og Carnitin tablettir, sum verður tikið fyri sjúkuna CTD.

Cytostatika

Dagliga verða viðgerðir bílagdar til sjúklingar á Landssjúkrahúsinum. Talan er um viðgerðir, ið mugu blandast, so hvørt tær skulu nýtast, vegna stutt haldføri, eftir at tær eru blandaðar. Talan er bæði um krabbameinsviðgerðir og aðrar viðgerðir.

Hendan tænastan tryggjar, at sjúklingar í Føroyum kunnu verða verandi heima og fáa sína viðgerð í heimligum umhvørvi og ikki tørvast at fara uttanlands til viðgerðir í longri tíðarskeið.

Alivinna

Í alivinnuframleiðsluni verður heilivágur, ið virkar ímóti laksalús, blandaður upp í fiskafóður. Eisini veitir Framleiðsluapotekið onnur avlúsingarevni til alifyritøkurnar, t.d. Hydrogenperoxid.

Skamtan

Les meira um skamtaðan heilivág her.

Góðskudeildin

Heilivágurin verður framleiddur undir strongum eftirliti. Talan er um altjóða reglur, nevndar EU GMP/GDP, ið merkir Good Manufacturing Practices/Good Distribution Practices. Tá ið talan er um heilivágsframleiðslu, skal umframt Framleiðsludeildina eisini ein eftirlitsdeild sum Góðskudeildin vera tøk. Hesar deildir skulu arbeiða sjálvsstøðugt.

Les meira um GMP her

Arbeiðsuppgávur hjá Góðskudeildini

  • Kanna og bíleggja rávørur, ið skulu brúkast í framleiðsluni
  • Kanna øll skjøl (framleiðslu- og ífyllingarskjøl), ið hoyra til ávísa framleiðslu
  • Kanna, at rætta nøgdin av virkna evninum er í lidnu vøruni
  • Kanna, at mannagongdir verða fylgdar
  • Tryggja, at framleiðsla lýkur ásett GMP/GDP krøv
  • Afturhalda vøruni, til alt er kannað og síðan leysgeva vøruna til sølu

 

 

Framleiðsluapotekið
Staravegur 15
100 Tórshavn
+298 40 40 40 fap(kurla)apotek.fo (ikki rokningar)
+298 40 40 40
fap(kurla)apotek.fo (ikki rokningar)
Telefontíðir
mánadag - fríggjadag
10:00 - 15:00
V-tal: 623857
EAN: 5790002266713
Upplatingartíðir