ATC/DDD háttalag

Tá granskað verður í heilivágsnýtslu og samanborið verður millum lond, er vanligt at brúka hugtøkini ATC og DDD. ATC (Anatomical Therapeutic Chemical) er flokkanarskipan skipað við kotum,  meðan DDD (Defined Daily Dose, ásettur dagligur skamtur) er mátieind – ofta í milligrammum - fyri virkna evnið í heilivágnum. ATC flokkanarskipanin flokkar virknu evnini í mun til gøgn ella skipan í kroppinum, har tey hava sín virknað sambært terapeutisku, farmakologisku og evnafrøðiligu eginleikunum hjá virkna evninum. DDD er ein mátieind, og er knýtt at ATC kotuni. Ásettur dagligur skamtur (DDD) verður lýst sum ‘ætlaður meðalskamtur av heilivágnum um samdøgnið fyri ein vaksnan pertsón til áhaldandi viðgerð fyri høvuðsnýtslusøkið’. ATC/DDD háttalagið lættir um at gera samanbarligar nýtslukanningar av heilivágsbrúki millum lond og øki, har sama virkni heilivágur kann verður seldur undir ymiskum nøvnum, pakkastøddum, prísum og í summum førum við ymiskum skamti. Hesin háttur at samanbera heilivágsbrúkið millum lond hevur verið brúktur í norðurlenskum samstarvi í mong ár. Í 1982 setti alheims heilsustovnurin WHO á stovn WHO Collaborating Centre for Drug Statistics Methodology til tess at samskipa menningina og brúkið av ATC/DDD háttalagnum. Í 1996 viðmælti WHO øllum londum at brúka ATC/DDD háttalagið. WHO Collaborating Centre for Drug Statistics Methodology er staðsett í Oslo, og árliga verða dagførdingar yvir ATC kotur og DDD gjørdar, sum kunnu síggjast her

Upplatingartíðir