Mest vanligi hátturin at máta prevalens er tíðarskeið-prevalensur, har talið av borgarum sum taka ávísa heilivágin yvir eitt ár verður roknað í mun til fólkatalið. Teljarin í brøkinum fevnir um bæði nýggjar brúkarir og brúkarir sum eru í áhaldandi viðgerð við heilivágnum. Nevnarin í brøkinum er samlaða fólkatalið. Sostatt er prevalensurin eitt bland av verandi brúkarum og brúkarum sum eru lagstir afturat. Eitt dømi um prevalens yvir eitt tíðarskeið: “parturin av íbúgvaratalinum sum fekk í minsta lagi eina forskrift uppá protonpumpu-inhibitor í 2023 var 10%”. Í tabellunum á hesi síðuni yvir heilivágsprevalensin í Føroyum er talið uppgivið fyri hvørjar 1000 íbúgvar. Fyri heilivág sum verður brúktur til styttri viðgerðir, eitt nú antibiotika, vil talið á forskriftum yvir eitt ár geva eina betri mynd av nýtsluni enn prevalensurin yvir eitt ár.