Suðuroyar apotek
4. feb. 1930 verður kongaligt loyvi givið at reka deild av Tjaldurs apoteki á Tvøroyri. Tann deildin lat upp 28. jan. 1931.
Í 1983 broytir apotekið á Tvøroyri støðu frá at vera deild av Tjaldurs apoteki til sjálvstøðuga eind og kemur í hesum sambandi at nevnast Suðuroyar apotek við Hera Mørkøre sum apotekara.
Í dag starvast 11 fólk á Suðuroyar apoteki, og kundagrundarlagið í Suðuroynni er á leið 4.600 fólk (2018).
Apotekið veitir tænastu til Suðuroyar sjúkrahús, 4 kommunulæknar og 3 handkeypssølur.


Suðuroyar apotek
Upplatingartíðir
V-tal:
345490
EAN:
5797100002632








