Tjaldurs Apotek lat upp eina apoteksútsølu í Runavík 2. mai í 1993. Frammanundan vóru einans handkeypssølur í teimum størru bygdunum. Við hesum nýbroti bar til hjá fólki í økinum at fáa heilivág útflýggjaðan sama dag, sum hann var umbiðin. Hetta var eitt stórt framstig. Forskriftirnar vóru avgreiddar á Tjaldurs Apoteki og útflýggjaðar seinnapartin. Í 2002 varð Eysturoyar Apotek sett á stovn sum ein deild av Tjaldurs Apoteki, og tann 1. okt. 2005 gjørdist Eysturoyar Apotek sjálvstøðugt apotek við Hjalta Gunnarstein sum apotekara.
Á Eysturoyar Apoteki starvast 17 fólk, og apotekið hevur í høvuðsheitum Eysturoynna sum kundagrundarlag við á leið 10.000 fólkum (2018).
Eysturoyar Apotek veitir tænastu til 6 kommunulæknadømir, tannlæknastovur, 16 handkeypssølur og Eysturoyar Ellis- og Røktarheim.
Mýravegur 6 620 Runavík |
+298 40 40 40 | eysturoyar(kurla)apotek.fo |
+298 40 40 40 |
eysturoyar(kurla)apotek.fo |
V-tal: | 549118 |
EAN: | 5797100002649 |