Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek verður í 1910 latið upp sum "medicin- og materialehandel" í Nólsoyarstovu í Tórshavn. Í 1913 fær Johannes Djurhuus kongaliga tilnevning sum apotekari, og í 1936 flytir Tjaldurs Apotek í høli á vaglinum í Tórshavn. Í 1931 og 1932 letur Tjaldurs Apotek upp deildir ávíkavist á Tvøroyri og í Klaksvík, og í 1949 verður Dávur Magnussen settur sum landsapotekari og leiðari fyri Tjaldurs Apotek og deildirnar. Í 1977 flytir Tjaldurs Apotek í hølir á trapputrøðini í Tórshavn. Í 1993 letur Tjaldurs Apotek eina deild upp í Runavík, og í 2016 letur apotekið eina apoteksútsølu upp í Steinatúni.

Umleið 60 fólk starvast á Tjaldurs Apoteki. Apotekið letur heilivág til Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum, Vágarnar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 30.000 fólk (2018).

Tjaldurs Apotek veitir tænastu til Landssjúkrahúsið, 16 kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, 10 djóraheilivágsgoymslur, 6 humanar heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim og eldrasambýli og sambýli fyri  menningartarnað. Harumframt veitir Apotekið tænastu og heilivág til skipaflotan.

Apotekið avgreiðir á leið 650 kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, av teimum eru 350 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra. Harumframt sendir Tjaldurs Apotek 100-150 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar.

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøes gøta 31
100 Tórshavn
+298 34 11 00 tjaldur@apotek.fo
+298 34 11 00
tjaldur@apotek.fo
Upplatingartíðir
mánadag - fríggjadag
09:00 - 17:30
leygardag
10:00 - 14:00
sunnudag
14:30 - 15:00
annars eftir avtalu
V-tal: 323853
EAN: 5797100002373
Upplatingartíðir