
Hvítt vaselin
Verjandi og feittgevandi húðrøkt
Varðveitir vætuna í húðini
- Eitt verjandi lag oman á húðina
- Heldur vætuni inni í huðini
- Gott til varrar, turr neglabond, albogar
Virknaður
Hvítt vaselin er ein salva, sum bert inniheldur feitt. Salvan fer ikki inn í húðina, men leggur seg sum eitt verjandi lag oman á húðina og heldur vætuni inni í huðini. Kann nýtast til bæði vaksin og børn.
Smyr eitt tunt lag eftir tørvi. Kann nýtast til varrar, turr neglabond, albogar ella har húðin annars er vorðin turr. Hvítt vaselin er reinsað, og hóskar seg til viðkvæma húð.
White petrolatum
Góð ráð
Hugsa um, at ovurvasking við sápu og vatni kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. Í staðin fyri kunnu baðiolja ella reinsievni, ið hava olju í sær, nýtast. Ikki er ráðiligt at nýta sápu og olju í senn, tí sápan ger, at oljan verður nyttuleys.














