17.12.2025
Apotekið í Steinatúni letur aftur

Av tí at bygningurin, har apotekið húsast, skal høvuðsumvælast letur apotekið aftur. Umvælingin er umfatandi, og kann væntast at taka sera drúgva tíð. Seinasti dagur, har apotekið í Steinatúni er opið er týsdagin 23. desember. Vit vísa tískil til Tjaldurs apotek, og takka samstundis okkara viðskiftafólki fyri tíðina í Steinatúni.








