Kunning um øktan tryggleika í Samleikanum
Eitt nýtt trygdarstig verður tikið í nýtslu í Samleikanum. Endamálið er at gera tað torførari hjá teldusníkum at lumpa fólk at góðkenna eina innritan, sum tey ikki sjálvi hava biðið um.
Í ár hava fleiri umfatandi smishing-álop verið í Føroyum. Ein háttur, sum teldusníkar brúka, er at senda følsk sms-boð og leiða fólk inn á heimasíður, sum minna um veruligar tænastur.
Haðani kunnu teldusníkar rita inn á eina tænastu við Samleikanum og fáa eigaran av Samleikanum at góðkenna innritanina. Soleiðis kunnu teldusníkar fáa atgongd til t.d. netbanka ella aðra tænastu.
Nýggja trygdarstigið er gjørt fyri at hjálpa brúkaranum at varnast slíkar royndir og steðga teimum, áðrenn innritanin verður góðkend.
Steðga á og les boðini
Tá innritanin verður gjørd í einum øðrum landi enn telefonin, ið hevur appina til Samleikan, er stødd, kemur ein eyka ávaring fram í appini.
Ávaringin ger teg varugan við, at innritanin fer fram í øðrum landi. Tú skal tá steðga á, lesa boðini og taka støðu til:
Eri eg í holt við at rita inn ella góðkenna við Samleikanum?
- Er svarið nei, skal brúkarin lata boðini aftur og avlýsa innritanina.
- Er svarið ja, kann brúkarin lata boðini aftur og halda fram við at rita inn.
Eitt eyka stig av trygd
Ávaringin merkir ikki, at trygdarbrot er hent í Samleikanum, ella at teldusníkar longu hava fingið atgongd til eina tænastu.
Talan er um eitt eyka trygdarstig, sum ger vart við, at ein innritan kann vera illgrunasom.
Endamálið er at geva tær møguleika at steðga eini møguligari svikagerð, áðrenn innritanin verður góðkend.
Nýggja skermmyndin

Nýggja skermmyndin, sum verður víst, greiður frá, um nakað óregluligt er við innritanini.

Les boðini væl áðrenn, tú góðkennir við Samleikanum. Góðkenn einans um tú ert í holt við at rita inn. Avlýs, um tú ikki kennist við innritan.
Les meira um svik á netinum á heimasíðuni hjá Samleikanum
samleikin.fo/smishing








