Til tín, sum fær heilivág fyri ovurviðkvæmi á resept
1. februar 2027 broytist stuðulin til ávís sløg avheilivági fyri ovurviðkvæmi. Tað kann til dømis vera talan um eygnadropar, nasapístr, tablettir/hylkir ella koppseting fyri ovurviðkvæmi.
Vit mæla tær til at kanna, um broytingar verða gjørdar fyri tann heilivágin, sum tú vanliga nýtir. Um so er, eigur tú at venda tær til lækna, áðrenn broytingarnar koma í gildi, ella áðrenn tú næstu ferð hevur tørv á heilivágnum.
Á hesum leinki kanst tú síggja, um broytingar verða gjørdar fyri tín heilivág. Er tín heilivágur ikki á listanum, eru ongar broytingar gjørdar:
https://laegemiddelstyrelsen.dk/da/nyheder/2026/laegemiddelstyrelsen-har-truffet-afgoerelse-om-tilskud-til-allergimedicin/~/media/9B0179A3C19C49489575858A4713CCA0.ashx
Hetta merkja farvurnar:
🟢 Summi sløg av heilivági fyri ovurviðkvæmi varðveita verandi stuðul. Tá nýtist tær ikki atgera nakað.
🟡 Fyri summi sløg avheilivági verður stuðulin framyvir treytaður. Tá skal læknin meta um, hvørt tú lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul. Um tú gert tað, fært tú eina nýggja resept við átekning um stuðul.
🔴 Summi sløg av heilivági fáa framyvir ikki stuðul. Tá kann læknin ávísa tær ein annan heilivág, sum virkar á sama hátt, og sum tú framvegis kanst fáa stuðul til.
Spyr endiliga nærri um hesar broytingarnar á apotekunum, um tú er í iva. Starvsfólkini vegleiða fegin.
Minst til: Broytingarnar snúgva seg um stuðul til heilivág, sum verður keyptur umvegis resept. Tær viðvíkja ikki heilivági fyri ovurviðkvæmi, sum fæst í handkeypi.
Her kanst tú lesa meira um broytingarnar:
https://laegemiddelstyrelsen.dk/da/nyheder/2026/laegemiddelstyrelsen-har-truffet-afgoerelse-om-tilskud-til-allergimedicin/








