Um Apoteksverkið

Apoteksverkið hevur til endamáls at framleiða, flyta inn, flýggja út, upplýsa um, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág. Landsapotekarin umsitur almenn mál apoteksverkinum viðvíkjandi.

Apoteksverkið er stovnur undir Landsstýrinum, sum ásett í Løgtingslóg nummar 104 frá 5. sept. 1988 við seinni broytingum. Apoteksverkið umfatar landsapotekaraembætið, Framleiðsluapotekið og tey fimm apotekini. 

Les meir um Apoteksverkið í leinkunum niðanfyri.

Søgan

Á vári 1883 læt Alfred Nicolai Benzon upp Svane Apotheket í Tórshavn. Í 1913 verður Tjaldurs Apotek einaráðandi á føroyska apoteksmarknaðinum. Eftir at apotekið hevur verið rikið á privatum grundarlagi, verður Apotekið yvirtikið av landinum í 1949. Í 1983 verða deildirnar á Tvøroyri og í Klaksvík sjálvstøðug apotek. Í 1993 lat søludeild upp í Runavík, og í 2005 varð Eysturoyar Apotek sjálvstøðugt apotek.

Les meira um søguna

Góðskugóðkenning

Apoteksverkið í Føroyum hevur tvær góðskuskipanir. Hesar góðskuskipanir eru altjóða góðskuskipanirnar GMP/GDP og ISO9001. GMP er góðskuskipanin, sum verður brúkt á Framleiðsluapotekinum og ISO er ein góðskuleiðsluskipan, sum verður brúkt á apotekunum kring landið.

Les meira

Lógir og kunngerðir

Apoteksverkið arbeiðir eftir ávísum lógum og kunngerðum. Tilvísingarnar til lógirnar og kunngerðirnar á hesari síðuni sipa til tær lógir og kunngerðir, sum eru serliga viðkomandi fyri virkisøkið hjá Apoteksverkinum og yrkisfólki stovnsins.

Les meira

Hagtøl

Tørvar tær hagtøl um føroyska heilivágsnýtslu, kanst tú lesa meira her.

Upplatingartíðir