11.11.2021

Bløðrubruni

Kvinnur í skiftisárunum eru í størri vanda fyri at fáa bløðrubruna vegna trot á tað kvinnuliga kynshormonið. Slímhinnurnar í móðurskeiðini, landræsinum og bløðruni eru hormonviðkvæmar. Tá ið hormongerðin minkar ella næstan fer burtur í einki, kunnu slímhinnurnar gerast turrar og viðkvæmar.

Bløðrubruni er bruni í bløðruslímhinnuni, sum oftast kemst af tarmbakteriuni E-coli. Vanligastu eyðkennini er sviði, tá vatnið skal latast, ella kenslan av at vilja pissa alla tíðina, uttan at trongdin er so stór. Les meira um bløðrubruna her.

Hormon (østrogen) til lokala nýtslu kann møguliga loysa hendan trupulleikan. Les meira her um kvinnur í skiftisárum her.