Góð ráð um sól og heilivág
Visti tú, at ávísur heilivágur kann gera, at húðin hjá tær gerst serliga viðkvom fyri sólarljósi? Í slíkum førum eru ráðini um skugga, sólhat og sólkrem serliga týdningarmikil at fylgja.

Ávísur vanligur heilivágur kann geva óynskt hjáárin á holdið orsakað av sólarljósi.
Eyðkennini koma fram, tá heilivágurin í kroppinum á ein ella annan hátt verður sundurbrotin. Tey evnini sum síðani verða gjørd, kunnu skaða tann sunna vevnaðin. Tey vanligastu eyðkennini fyri ljósviðkvæmi orsakað av heilivági eru hesi:
- Útbrot
- Sólskálding (húðin gerst reyð)
- Húðin hovnar
- Smáar vætufyltar bløðrur
- Møgulig broyting av húðarliti (sonevndar pigment-broytingar)
Heilivágur sum kann gera húðina ljósviðkvæma er millum annað hesin:
- Heilivágur fyri hjartað og vatndrívandi heilivágur – eitt nú Cordaron, Centyl v/kaliumklorid
- Heilivágur fyri sálarligar sjúkur og tunglyndi – eitt nú Nozinan, Citalopram, Amitriptylin
- Heilivágur fyri bruna (antibiotika) og pirrur (akne) – eitt nú Ciprofloxacin, Tetracyklin, Isotretinoin
- Heilivágur fyri malaria – eitt nú Doxycyklin
- Brunatálmandi heilivágur – eitt nú Salazopyrin, Methotrexate
- Náttúruheilivágur - eitt nú Perikon
Les meira um sól og heilivág, og um hvørji ráðini eru, her.








