21.03.2019
Hátíðardagur á Tjaldurs apoteki
Í dag hevur Elin Hofgaard Joensen, defektrisa, fingið handað tænastumedalju í silvuri frá drotningini fyri 50 ára drúgva starvstænastu á apotekinum.

Strarvfólkini á Tjaldurs apoteki eru sera errin av at hava dugnaligu og trúføstu Elin í teirra starvsfólkahópi.
Apoteksverkið ynskir Elini hjartaliga tillukku og blíðan byrð framyvir.








