17.08.2020

Koppseting fyri pneumokokk bakteriuna

Nú er ókeypis hjá eldri og øðrum í ávísum vandabólkum at verða koppsett fyri pneumokokk bakteriuna, sum kann elva til hættisligan lungnabruna.

Endamálið við at bjóða ókeypis koppseting til vandabólkar er at minka um talið á persónum, sum verða álvarsliga sjúk av ígerðarsjúku. Les meira um hvørjir vandabólkar eru fevndir av tilboðnum um ókeypis koppseting her:

Tey, ið ynskja koppsetan, skulu venda sær til kommunulækna.

Les meira um tilboðið her.