25.11.2024
Koronukoppseting á apotekunum kring landið

Ert tú eldri enn 65, ella í serligum vandabólki, er koppsetingin ókeypis
Fyri at bóka tíð til koppseting skalt tú ringja 40 40 40 ella skriva til koppseting@apotek.fo. Her skalt tú upplýsa navn og føðidato – og á hvørjum apoteki tú ynskir koppsetingina.
Tey sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri korona eru m.a.:
- 65 ár og eldri
- fyritíðarpensjónistar
- í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey verða smittað
- tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju
- húski hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
- heilsu- og røktarstarvsfólk
- barnakonur
Tey, sum ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu vanliga verða koppsett við at rinda fyri hetta sjálv.
At minnast til:
Tak gula altjóða koppsetingarkortið við – um tú hevur eitt
Hugsa um hvørjum tú ert í. Prikað verður í armin, og best er um starvsfólkini lætt kunnu koma framat.








