16.03.2020
Serlig átøk á Apotekunum í samband við korona COVID-19
Fyri at verja okkara starvsfólk og viðskiftafólk ímóti smittuvanda hava vit sett nøkur átøk í verk á Apotekunum kring landið.
-p-500.webp)
Fyri at verja okkara starvsfólk og viðskiftafólk ímóti smittuvanda hava vit sett nøkur átøk í verk á apotekunum kring landið.
- Halt frástøðu frá øðrum inni á apotekinum (bæði starvsfólki og øðrum viðskiftafólki)
- Minst til reinføri – spritt stendur við hurðarnar
- Fá vøruna koyrda út, har hetta er gjørligt
- Nýt gjaldskort heldur enn reiðan pening
- Ikki hamstra heilivág – keyp bert ein pakka av hvørjari hondkeypsvøru








