08.02.2024
Skalt tú ørindi á apotekinum?
Tak appina Bíðirøð niður á App Store ella Google Play. So fært tú boð, tá ið tín túrur nærkast.

Við appini Bíðirøð kanst tú:
- Taka eitt nummar.
- Síggja, hvussu nógv eiga framat áðrenn tú.
- Fáa boð, tá ið tín túrur nærkast.
Tak appina Bíðirøð niður á App Store ella Google Play
Og minst til at loyva appini at senda tær boð og síggja, hvar tú ert. Minst eisini til at verða inni á apotekinum áðrenn apotekið steingir.
Skipanin er galdandi á Tjaldurs, Eysturoyar og Norðoya apoteki.








