07.12.2020

Visti tú, at diabetes útgerð kann bíleggjast á apotek.fo?

Møguleiki er fyri at bíleggja tína diabetes útgerð á apotek.fo/diabetes. Hetta ger tað lættari og skjótari fyri teg at fáa tína útgerð.

Apotekið ynskir at gera tað lættari og skjótari hjá diabetes kundum at bíleggja og fáa diabetes útgerð. Í fjør varð ein tíðindagrein skrivað, sum lýsti hesa tænastu. Sí greinina her.

Finn bíleggingarsíðuna við at trýsta á leinkið á ovasta bjálkanum, sum eitur "Bíleggingar" og vel síðani "Bílegging av diabetes útgerð".