Apotekari til Suðuroyar Apotek

Vit sóknast eftir dugnaligum apotekara at standa á odda fyri Suðuroyar Apoteki.

Starvið

Apotekarin er ovasti leiðari á Suðuroyar Apoteki og hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av apotekinum. Apotekarin skal tryggja, at kundarnir fáa best møguliga tænastu, og at tænasturnar á heilivágsøkinum støðugt verða mentar í mun til tørvin í samfelagnum. Harumframt skal apotekarin tryggja, at bygnaður og góðska eru í samsvari við nútíðar krøv. Apotekarin verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, eins og at skipa menningina av Suðuroyar Apoteki í samráð við stjórnina í Apoteksverkinum.

Høvuðsuppgávurnar hjá apotekaranum eru m.a. at:

  • verða ovasti leiðari á Suðuroyar Apoteki, og at verða bindilið millum landsapotekaran og starvsfólk á Suðuroyar Apoteki
  • menna Apoteksverkið við at luttaka aktivt í stjórnararbeiði
  • ráðgeva landsapotekaranum o.ø., og vegleiða í spurningum innan heilivágsøkið
  • hava ábyrgdina av fíggjarætlanini fyri Suðuyrouar Apotek, og tryggja at hon verða hildin gjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring
  • fremja skilagott samstarv og samskifti við landsapotekaran, stjórnina, starvsfólk og aðrar áhugabólkar innan heilivágsøkið
  • tryggja at Suðurouar Apotek hevur eitt vælvirkandi leiðslutoymi, sum tekur neyðugar avgerðir
  • ganga á odda, soleiðis at Suðuroyar Apotek frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan heilivágsøkið
  • apotekarin skal í samráð við landsapotekarin seta tíð av til stjórnararbeiði.

Førleikakrøv

Krav til umsøkjaran: (samb. apotekslógini §7, stk 1 og 2)

Hevur staðið danskt farmaceutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond, og í starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki.       

Vit vænta okkum at tú m.a.:

  • hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
  • við tínum leiðsluhátti skapar góðan trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Suðuroyar Apotek sum heild
  • dugir at síggja heildina, og ert sinnað/ur at gera neyðugar broytingar, sum geva meining  fyri Suðurouar Apotek og Apoteksverkið sum heild
  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
  • ert sjónlig/ur á Suðuroyar Apoteki og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum 
  • ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og góð evni at taka avgerðir, loysa ósemjur, raðfesta og fremja ætlanir í verki
  • hevur góð samskiftisevni í skrift og talu
  • hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark. Næsti fyrisetti er landsapotekarin, og tann ið settur verður skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á tlf.: 404100 ella við at senda ein teldupost til: landsapotekarin(at)apotek.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Apoteksverkinum: www.apotek.fo

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:

Landsapotekarin

Staravegur 15

FO-100 Tórshavn

og sendast við at trýsta her.

 

Umsóknin skal verða landsapotekaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. mai 2025. Ætlanin er, at starvið verður sett frá 1. august 2025, ella eftir nærri avtalu.

 

Um Suðuroyar Apotek

Høvuðsvirksemi hjá Suðuroyar Apoteki er í Suðuroy. Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merkivørum og aðrar heilsubótarvørur. Á Suðuroyar Apoteki starvast 12 fólk.

Upplatingartíðir