Leyst lív hjá børnum

Leyst lív verður lýst sum fleiri enn tríggjar opningar um samdøgrið, sum koma bráðliga. Smábørn, sum hava leyst lív, skulu ansast væl, tí tey tola verri vætutrot enn vaksin.                                                                                     

Nær skal eg fara til lækna?

  • Um barnið hevur ringa búkilsku
  • Um barnið er troytt og fjarhugað
  • Um barnið ikki heldur vætu í sær, spýr illa og hevur leyst lív
  • Um barnið spýr blóð ella hevur leyst lív við blóði í
  • Um barnið pissar óvanliga lítið
  • Um barnið er yngri enn 2 ár
  • Um barnið ikki vil taka bróst ella fløsku
  • Um barnið hevur havt leyst lív í meiri enn 2- 3 samdøgur
Hvør er orsøkin til leyst lív?

Leyst lív kann vera orsakað av virusi, bakterium ella snultarum (parasittum), men kann eisini koma av ovurviðkvæmi fyri mati. Smábørn, sum taka penisillin, kunnu fáa leyst lív av tí. 

Børn millum 6 mánaðir og 5 ár kunnu eisini hava tað, sum á donskum verður kallað "småbørnsdiarré". Mett verður, at uml. 6-7% av øllum frískum børnum hava "småbørnsdiarré", sum er ófarligt og vanliga steðgar, tá barnið er í skúlaaldri. Her verður orsøkin mett at vera óbúgvið tarmrørslulag og tað, at matur fer lutfalsliga skjótt ígjøgnum tarmarnar.

Nær gerst leyst lív hættisligt?

Týðningarmest er at hava eyguni eftir, um barnið fær vætutrot. Teknini um álvarsligt vætutrot eru turrar slímhinnur, landið er myrkt og í smáum nøgdum, barnið gerst sløvt og máttloysi.

Fæst heilivágur í handkeypi?

Leyst lív heldur vanliga uppat av sær sjálvum eftir nøkrum fáum døgum. Bíða tí eitt sindur og fylg við, hvussu barnið er fyri yvirhøvur. Evni eru, sum kunnu bøta um leyst lív, men tey eru ikki til børn.

Hvønn kost gevi eg barninum?

Tá ið barnið hevur fingið matarlystin aftur, er gott at fáa kókaðan mat, t.d. epli, gularøtur, rís, fisk ella kjøt. Snerkt breyð og keks eru eisini góð fyri magan. Fruktir við pektini í - t.d. súrepli, banan og papaya - verja slímhinnurnar í maganum. Tað er best ikki at drekka mjólk, fyrr enn opningurin aftur er vorðin vanligur.

Hvat kann eg gera?

  • Gev barninum ivaleysa nógv at drekka. Sera umráðandi er at bøta um vætutrotið. Tað er ikki so týðandi, hvat tað fær at drekka, men sukur- og saltríkir drykkir kunnu viðmælast, tí tá fær kroppurin tey mistu søltini aftur
  • Hygg eftir landinum, um nøgdin er, sum hon eigur at vera. Er tað ljósagult á liti, fær tað nóg mikið at drekka
  • Ansa eftir, at barn títt ikki fær vanligan mjólkarúrdrátt. Hann órógvar magan. A38, cultura og acidophilus jogurt eru harafturímóti góð fyri leyst lív, tí tey stimbra tann góða og náttúrliga bakteriugróðurin í tarmunum og fara væl við maganum
  • Fylg við, hvussu barnið er fyri yvirhøvur
  • Ansa eftir, at barnið vaskar sær væl um hendurnar, tá ið tað hevur verið á vesinum og brúka hondspritt. Leyst lív smittar sera illa
Upplatingartíðir