Leyst lív á ferðini

Leyst lív á ferðini er ein tann vanligasta sjúkan millum ferðandi í menningarlondum. Mett verður at upp til 60 % av øllum ferðandi til eitt menningarland vilja uppliva at fáa leyst lív á einari ferð, ið varar tvær vikur ella meir. Avgerandi fyri vandan fyri at fáa leyst lív er treytað av, hvat land ferðin gongur til, og hvussu primitiv viðurskiftini eru har.

Sjálvt um tað ikki krevur læknaviðgerð, kann tað geva nógvar trupulleikar fyri tann ferðandi. Eisini kanst tú fara at mangla vætu av leysum lívi.

Hvat er leyst lív?

Talan er um leyst lív, tá ið tú noyðist ofta á vesi við tunnum opningi í stórari nøgd (meira enn 200 gramm um samdøgrið).

Leyst lív kemur vanliga akutt og varar í miðal í 3-4 samdøgur.

Sjúkueyðkennini við leysum lívi eru sermerkt við:

  • Opning er fleiri enn tríggja ferðir um samdøgrið
  • Krampar í maganum
  • Kvalma
  • Spýggjan
  • Fepur
  • Blóð í skarninum.

Stutt tíðarskeið við leysum lívi er vanligt. Varar hendan støðan longur enn 1 viku ella har á leið, er neyðugt at tosa við lækna.

Hvat er orsøkin til leyst lív?

Bakteriur og virus eru tann vanligasta orsøkin til leyst lív, umframt lágur standardur fyri reinføri, har tú ferðast. Snultarar (parasitter) kunnu eisini elva til leyst lív.

 

Hvussu fyribyrgi eg leysum lívi á ferðini?

Handreinføri og kostur

  • Bakteriur og virus verða yvirførdar umvegis vatn og mat ella hendurnar.
  • Keyp vatn í fløskum og sýn gott handreinføri, serliga áðrenn máltíðirnar.
  • Handvask við vatni og sápu er nóg mikið í flestu førum, og um tað ikki er atkomiligt, skal handsprit, við minst 60% alkohol, nýtast.

Probiotika

Tað finnast nógv ymisk sløg av probiotika, ið hava livandi smáverur antin sum bakteriur ella gersvampur í sær. Hetta verður hildið at hava árin á innvølagróður og sjúkur. Sum heild er nýtsla av probiotika trygg og uttan hjáárin.

Fyribyrgjandi antibiotikaviðgerð

Sum heild verður ikki tilmælt at nýta antibiotika at fyribyrgja leysum lívi á ferðuni. Tað er ótti fyri hjáárinum, sum mótstøðuføri og kolinsering av multiresistentum enetero-bakterium í tarmunum. Tað kunnu vera serstakar umstøður, ið gera seg galdandi, har tað er neyðugt at nýta fyribyrgjandi antibiotikaviðgerð. Í tíllíkum førum er tað læknin, ið tekur støðu til hetta.

Hvussu viðgeri eg leyst lív á ferðuni?

Endamálið við sjálvsviðgerð av leysum lívi á ferðini er at forða vætutroti, stytta um sjúkutíðuna og at linna sjúkueyðkennini. 

Væta og elektrolyt-viðgerð

Væta og elektrolyt-viðgerð er hornasteinurin í viðgerðini. Eftirlit av vætujavnváginum er serliga týdningarmikið hjá smábørnum og eldri.

Revolyt kann t.d. brúkast. 

Tað verður tilmælt, at vaksin skulu inntaka ríkiligt av vætu - 2500 ml/samdøgrið pluss 200 ml fyri hvørt leyst skarn, eisini skulu kulhydratir og salt inntakast.

Kann leyst lív viðgerast við heilivági?

Heilivágur sum t.d. loperamid hevur góð árin á sjúkuhjáárinini, tí tað niðursetur úrskiljingini av vætu og darvar rørsluni í tarminum. Tað skal ikki nýtast, um blóð er í skarninum, ella við febur, og tað skal í mesta lagi nýtast í 48 tímar.

Tað verður ikki tilmælt at geva børnum yngri enn 12 ár tablettir og børnum yngri enn 2 ár upploysing gjøgnum munnin. Børn eldri enn 2 ár skulu nýta upploysing gjøgnum munnin við varsemi.

Loperamid kann nýtast til lint og leyst lív, men kann eisini takast undir verri tilburðum av leysum lívi. Tá verður tað tikið saman við antibiotika. Hendan samanseting styttur um tíðina við leysum lívi, samanborið við brúk av einans antibiotika.

Viðgerð við antibiotika

Viðgerð við antibiotika kann minka og stytta um tíðina við leysum lívi, uttan so at tann útloysandi bakterian er viðkvom. Samlað sæð, verður frárátt at viðgera lint og leyst lív á ferðini við antibiotika.

Sjálvsviðgerð av leysum lívi á ferðini við antibiotika verður bert tilmælt til serstakar vandabólkar og til ferðandi við verri tilburðum av leysum lívi á ferðini, har tað við vissu ikki er nøkur lokal-læknahjálp atkomilig.

Ferðandi til malaria-øki skulu vera varug við, at leyst lív og áhaldandi fepur kunnu vera sjúkueyðkennini við malaria, og tí verður tilmælt at søkja lækna, heldur enn at sjálvviðgera við antibiotika.

Góð ráð fyri vætutrot

Ein kann gera sær heimagjørda blanding, sum er góð fyri vætutrot: 

  • 1 litur av kókaðum vatni
  • 8 teskeiðir av sukri
  • 1 teskeið av salti
  • saft frá tveimum appelsinum

Kann goymast í køliskápi í eitt samdøgur.

 

Upplatingartíðir