Hít

Ein hít er eitt avlangt hylki, framleitt úr tunnum gummi (latex), ið skal sita á mannliga kynsliminum undir allari samleguni, fyri síðani at verða fyribeint eftir samlegu.

Hítin heldur aftur sáðkyknunum, so tær ikki sleppa fram at lívmóðurini. Kann hava ymisk snið, stødd, tjúkd, lit, smakk og kann annars fáast við/uttan kremi. Til teir, ið ikki tola gummi, finnast hítir úr øðrum tilfari.

                                   

Gev gætur!

  • Hít verjir eisini fyri kynssjúkum
  • Fæst í hondkeypi á apotekinum
  • Trygdin er upp til 97%, um hítin verður nýtt á rættan hátt
Upplatingartíðir