P-ringur

P-ringurin virkar á sama hátt sum p-bollar. Tað er ein bleytur, liðiligur plastringur (5,4 cm í tvørmáti), sum inniheldur tvey hormon – eins og p-bollin.

P-ringin skalt tú sjálv seta upp í lívmóðurina, har hormonini verða leyslatin í 3 vikur. Ringurin verður tikin úr eftir 3 vikum og fyribeindur, og nýggjur ringur settur upp eftir steðg í eina viku. Ringurin gevur frá sær lítla mongd av kvinnuligum hormonum, sum seyra inn í blóðræsurnar gjøgnum móðurskeiðarveggin.

Gev gætur!

  • P-ringar fáast á apotekinum eftir forskrift frá lækna
  • Trygdin er næstan 100%, um rætt verður atborið
Upplatingartíðir