Munnrøkt

Munnrøkt er at halda munnholuna reina og soleiðis minka um trupulleikar, sum kunnu koma. Tann dagliga munnrøktin er umráðandi fyri, at tenn, tunga, spýttkertlar og slímhinnur í munninum virka, sum tey eiga.

Hvussu skal eg busta?

Busta tenn minst 2 ferðir um dagin, í minsta lagi 2 minuttir við tannbust og tannkremi við flour (flour styrkir emaljuna). Tannlæknar í Føroyum viðmæla min. 1400 ppm. Bustingin beinir fyri matrestum og bakterium. Hesar bakteriur kunnu verða orsøk til, at tú fært plakk, sum ger, at tú fært karies (hol í tenninar) og tannkjøtsbruna. 

Hvørji amboð kann eg brúka?

Tanntráður, millumrúmsbustir og tannsteytari eru góð amboð til at halda munnin reinan. Tunguskravari ella tannbust kann nýtast at fáa skón burtur á tunguni.

Hvørja ávirkan hava spýttkertlar?

Spýttkertlar eru í munnholuni og gera spýtt. Spýttið vætar slímhinnurnar og darvar bakteriuvøkstri.

Hvørja ávirkan hava slímhinnurnar?

Tað er umráðandi, at slímhinnurnar í munninum eru vátar. Turrur munnur kann millum annað hava við sær, at ein fær karies ella sopp. Drekk ríkiligt av vatni.

Hvør er orsøkin til ringan anda?

Ringur andi kemur vanliga av vánaligum reinføri í munninum, hol í tonnum ella av onkrum, tú hevur etið, roykt ella drukkið.
Í serligum førum kann ringur andi vera tekin um sjúku í nøsini, hálsinum, svølginum, hjáholunum ella í mandlunum.

Kann sjúka ávirka munnholuna?

Ávísar sjúkur kunnu vera orsøk til  trupulleikar í munnholuni, so sum diabetes og evnabroytingarsjúkur. Kemoterapi og stráluviðgerð kunnu eisini geva turran munn. Um diabetes-sjúklingur luktar av acetone úr munninum, kann tað vera tekin um, at hann hevur ov høgt blóðsukur.

Kann heilivágur ávirka munnholuna?

Ávís sløg av heilivági, t.d. heilivágur fyri tunglyndi og ADHD-heilivágur, kunnu geva turran munn. 

Hvat kann eg gera?

Ver nærlagdur/løgd við munnrøktini og fylg ráðunum. Eisini eru tannlæknan og apotekið altíð góð í ráðum.
Et ikki matvørur, sum tú veitst, geva tær ringan anda. Royking kann gera ringan anda verri.

Um tú hevur ringan anda eftir at hava etið ávísar matvørur, ella tú hevur verið ein túr í býnum kvøldið fyri, kunnu bomm við sterkum smakki vera ein hjálp. Tú kanst eisini brúka sukurfrítt tyggigummi, munnpístr ella tablettir, sum fáast á apotekinum.

Av og á kanst tú skola munn og svølg við sóttreinsandi munnskolsvatni, t.d. Klorhexidin ella Hextril®-loysingi. Um lækni ella tannlækni ikki hevur viðmælt nakað, so fylg leiðbeiningini á vøruni.

3 góð ráð

  1. Busta tenn 2 ferðir um dagin við tannkremi við flour
  2. Brúka tanntráð, tannsteytara og millumrúmsbust
  3. Et sunt

Vøruúrvalið til munnrøkt er viðmælt av tannrøktarum og tannlæknum.

Nær skal eg fara til lækna?

  • Um tú hevur havt drúgva ella afturvendandi pínu í hálsinum ella hálsbruna. 
  • Um tú hevur diabetes, og andin hjá tær luktar av acetone.    
  • Um tú fær ringan anda av heiliváginum, tú tekur. Møguliga finst okkurt sum hjálpir.
  • Um tú ikki finnur skilagóða orsøk til, at tú hevur ringan anda (lækna/tannlækna).
  • Um tú eisini hevur pínu í tonnum ella tannkjøti (tannlæknan).
Upplatingartíðir