Ilt fyri tonnum

Tá ið barnið er nakrar mánaðir gamalt – upp til eitt ár, byrjar tað at fáa tenn. Summi fáa nógva pínu og eru serliga ring.

Rovan á tannhaldinum roðnar og hovnar, har tonnin kemur fram. Eftir 1-2 døgum sæst eitt lítið petti av tonnini, og síðan kemur hon skjótt undan. Barnið er nervað einar tveir dagar fyri og einar tveir dagar eftir, at tonnin kemur undan. Tann reyða, hovna rovan órógvar barnið. Barnið gníggjar tannhaldið við fingrunum og bítur í sína leiku. Hesa tíðina slevar barnið meira enn vanligt. Mestsum øll børn gerast ørg, sleva og bíta, tá ið tey fáa tenn.

Einstøk børn verða órógvað av leysum lívi, hava ilt við at sova ella fáa ringan matarlyst. Summi børn fáa fepur, sum kann vara 1-2 dagar. Er hitin oman fyri 38,5 hitastig, ella barnið hevur høgan fepur í meira enn 2 dagar, er ikki víat, at talan er um, at barnið fær tenn – tá kann barnið møguliga hava fingið eina ígerð.

 

Fæst heilivágur í handkeypi?

Ert tú vísur í, at órógvið hjá barninum stavar frá tonnunum, og um barnið er óróligt og hevur pínu, kanst tú geva barninum paracetamol mikstur ella stikkpillara. Er barnið undir 2 ár, eigur hetta at verða gjørt í samráð við lækna.

Paracetamol lækkar fepurin, og tí verður viðmælt at taka fepurin, áðrenn barnið fær heilivágin.

Eisini ber til at royna við at smyrja ávísar dropar ella gel á tanngarðin. Tað fæst í handkeypi á apotekinum. 

Hvat kann eg gera?

Eingin framúr virkin háttur er at taka pínuna, tá ið barn títt fær tenn, men niðanfyri eru góð ráð fyri, hvussu tú kanst doyva pínuna og sissa barnið, tá ið tenninar koma undan.

  • Bítiringur/tannringur – sum barnið kann bíta í og gnaga. Ringarnir kunnu eisini kølast, so teir doyva pínuna
  • Ein táta kann sissa barnið og lætta um hesa tíðina. Tátan kann eisini kølast í kuldaskápinum
  • Mýk og gníggja tannhaldið varisliga við einum fingri
  • Gev barninum kalt at drekka
  • Gev barninum kaldan blendaðan mat at eta
  • Busta spakuliga við einari bleytari barnatannbust

Er pínan ring, eigur tú at fara til lækna, ið møguliga kann bjóða eitt hvørt doyvandi.

Hugsa um, at barnið kann vera sjúkt. 

Upplatingartíðir