Sveittatálmandi evni

Øll fólk sveitta. Tað er ein háttur hjá likami okkara at sleppa av við evni, sum likaminum ikki tørvar.

Sveitti er ein væta við ymsum ótørvi í. Hesi evni eru organisk. Tey organisku evnini verða niðurbrotin av bakterium í húðini til evni, ið lukta illa. Um tú sveittar illa, kann lukturin verða sera rámandi. Sveittin verður gjørdur í sveittakirtlum, ið eru um allan kroppin. 

Møguligar orsakir til økta sveittamongd

  • Viðurskifti uttanífrá (øktur hiti)
  • Kropslig rørsla
  • Hiti
  • Strongd
  • Angist
  • Ávísur heilivágur
  • Ígerð

Um húðin ofta er sveittut og slavin, er lætt at soppur, bakteriur og eksem koma í húðina. Tí er reinføri og evni ímóti sveitta neyðug hjá teimum, sum sveitta illa.

Hvussu fyribyrgi eg sveitta?

Um tú sveittar illa undir arminum, gerst tað ikki betri, um tú nýtir klæðir úr tilgjørdum klædnatilfari og klæðir, ið sita ov tætt at kroppinum. Betur er at nýta bummulsklæði og onnur klæði, ið ikki eru gjørd úr tilgjørdum tilfari.

Sveittar tú illa um føturnar, skal tú ikki nýta skógvar, ið eru ov tættir.

Eitt gott kropsligt reinføri saman við sveitta-fyribyrgjandi evnum verja fyri ringum lukti.

Eru evni sum kunnu fyribyrgja sveitta?

Evni, sum fyribyrgja ringum sveittalukti, eru ein partur av dagliga reinførinum hjá flestu fólkum. Hesi evni eru sóttreinsandi og verða kallað deodorantar, og tey tarna bakteriunum í at niðurbróta evnini í sveittanum til illaluktandi evnir. Tey gera sostatt einki við sveitta-nøgdina.

Onnur evni eru, sum ávirka sveittanøgdina, og hesi verða kallað antiperspirantar. Antiperspirant verður nýtt, tá sveittamongdin er størri enn vanligt. Her verður serliga hugsað um sveitta undir arminum og fótasveitta. Tey sveittatálmandi evnini minka um sveittamongdina og forða teimum nervaimpulsum, ið seta gongd á sveittaútskiljingina. Aluminiumklorid er eitt dømi um sveittatálmandi evni. Hetta evnið virkar so, at tað læsir endarnar á sveittakertlunum saman.

Tað finnast eisini vørur, ið bæði innihalda sóttreinsandi og sveittatálmandi evnir. Hesar framleiðsluvørur kunnu innihalda evni, ið eru vætubindandi, og sum kunnu virka linnandi og svalandi á húðina, t.d havalgur og aloe vera.

Hvussu fái eg sveittalukt úr pløggum?

Vanliga er ongin trupulleiki at vaska sveittalukt úr klæðum, um tey tola vask á 95ºC. Um klæðini ikki tola so nógvan hita, eru eini ráð at stinga økið undir arminum á blusum/troyggjum í vatn blandað við evni til sóttreinsan, t.d. Rodalon® e.l. Evnið virkar ikki, um sápurestir eru eftir í plagginum.

Vaska plaggið eftir viðgerðina!

Hvussu virkar aluminiumklorid?

Aluminiumklorid virkar samanrykkjandi. Evnið gevur tilbúningunum eitt lágt pH-virði, ið kann viðføra staðbundna øsing av húðini. Um tilbúningurin er pH-neutralur, verður eingin staðbundin øsing av húðini.

Evnið verður nýtt í ymiskum tilbúningarformi. Á apotekinum fæst aluminiumklorid sum flótandi, roll-on, stift, liniment, spray og krem.

Liniment (kutan-væta) finst bæði við vatn- og sprittstøði sum roll-on. Tilbúningarnir verða sum oftast nýttir fyri armsveitta, men kunnu eisini nýtast fyri fótasveitta. Krem verður nýtt fyri bæði arm- og fótasveitta.

Aluminiumklorid liniment 20% roll-on frá Medic Team er grundað á vatn. Hetta verður nýtt fyri ringan sveitta og verður smurt á, tá tørvar.

Aluminiumklorid 25% spritt liniment roll-on verður nýtt fyri sera ringan sveitta, tá aðrir tilbúningar ikki hava hjálpt. Í hesum førum verður sveittamongdin tálmað í umleið 7 dagar eftir eina viðgerð. Tá steðgað verður við viðgerðini, økist sveittamongdin líðandi aftur tær næstu 3 vikurnar. Tilbúningurin verður smurdur á heilt turra húð á kvøldi áðrenn songartíð, og húðin skal lufttorna aftaná. Morgunin eftir verður húðin vaskað væl við sápu og vatni. Viðgerðin byrjar við, at smurt verður á tvey kvøld á rað, eina ferð um vikuna, til virknaður byrjar. Síðan verður viðgjørt 1-2 ferðir um vikuna, tá tørvar.

Aluminiumklorid kann elva til skriða í húðini og kann svíða, serstakliga um húðin ikki er nóg turr, tá smurt verður á.

Tað er ikki ráðiligt at nýta tilbúningin fyrr enn 2 dagar eftir hártøku undir arminum.

Aluminiumklorid kann moyrna klæðir. Hetta hendir serliga, um húðin undir arminum ikki er turr, tá tú letur teg í.

Kann sveitti viðgerast við heilivági?

Heilivágurin propanthelin, sum finst í tablettunum Ercoril, er ein forskriftaheilivágur, sum virkar sveittatálmandi. Heilivágurin verður tó bert nýttur, um tað er serliga ringt, tí hann hevur onnur hjáárin við sær.

Nær skal eg fara til lækna?

  • Tú hevur sveittað í longri tíð, og sveittamongdin økist
  • Um tú saman við nógvum sveitta eisini hevur onnur sjúkueyðkenni
  • Tú hevur plágandi sjónskan sveitta
Upplatingartíðir