Sinadráttur

Sinadráttur er, at vøddi brádliga kreppist óviljað. Ofta verður hetta kallað krampi. Hesar kreppingar eru pínufullar. Sinadráttur er ógvuliga vanligur - kvinnur fáa tað oftari enn menn.

Tað er serliga um náttina, at fólk fáa sinadrátt, men eisini um svomið verður í køldum vatni. Summi fáa hesi vøddaherðindi eftir strævið og/ella hart kropsligt arbeiði, tí at tá fáa vøddarnir ikki nóg mikið av ilt og sleppa ikki av við ótørvin, og tað er hetta, ið elvir til vøddakrampar.

Øll kunnu fáa krampa. Í sjálvum sær er tað ikki álvarsamt, men fært tú javnan sinadrátt á nátt ella á gongutúrum, so eigur tú at seta teg í samband við lækna, tí at hetta kann vera eitt komandi sjúkueyðkenni. Krampapína í beininum á gongutúri kann vera tekin um æðrakálking.

Týðandi er at skilja millum leggjakrampa og ”Restless Legs Syndrome” (RLS). Hóast hesar líðingar tykjast at líkjast, so eru viðgerðarhættirnir ymiskir í kliniskari viðgerð.

Leggjakrampi

Hvør er orsøkin til leggjakrampar?

Orsøkin til leggjakrampar kenna vit ikki til fulnar. At tala um eina sjúku er ikki heilt rímiligt, men nøkur fyribrigdi gera, at fólk fáa leggjakrampa t.d.:

  • At vera við barn
  • Renning
  • Jarntrot
  • Ymisk sløg av heilivági
  • Nervabruni
  • Æðraknútar
  • Æðrakálking
  • Diabetes
  • Evnabroytingarsjúka
Hvørji eyðkenni eru?

Krepti vøddin sæst týðiliga undir húðini. Nemur tú við hann, so tykist hann harður, stívur og eymur. Ikki ber til við viljans megi at linka krepta vøddan.

Kreppingarnar vara úr sekundum til fleiri minuttir, men so hæsir pínan av. Summi fáa verri sinadrátt enn onnur, og eisini er soleiðis, at tíðin, fólk hava sinadrátt, er ikki líka long fyri øll. Summi fáa eisini oftari sinadrátt enn onnur.

Hvussu verða eyðkennini staðfest?

At greiða frá krampanum er staðfestingin, og umframt tað kunnu eitt nú blóðroyndir verða tiknar fyri at útiloka, at talan er um t.d. diabetes, evnabroytingar og jarntrot.

Hvussu kann eg fyribyrgja krampa?

Týdningarmikið er at hita vøddarnar upp fyri ítróttarkapping. At renna, mýkja og toyggja. Fyri at sleppa undan krampa er eisini týðandi at drekka ríkiligt, undan at íðkað verður.

Hvussu verður leggjakrampi viðgjørdur?

Í krampaherðindum verður mælt til at strekkja, mýkja og gníggja leggjavøddarnar. Summi halda, at hjálp er at hava eitt nú eina pútu á fótalagnum, so at økulin ikki vendir niðureftir. Onnur siga, at tað hjálpir at hevja fótalagið á songini. Um íðkan (motión) er orsøkin til kramparnar, so hjálpir at drekka vatn, tí at vætutrot er ein av vanligastu orsøkunum til krampar.

Viðgerð við heilivági

Um tú ofta hevur krampar á nátt ella ”órógv” í leggjunum, og sum ikki koma av aðrari sjúku, so kann læknin fyriskipa ein tilbúning, ið eitur Kinin®. Hetta er eitt antimalaria-evni, men sum í smáum skamtanum kann hjálpa fyri krampa. Tað verður tikið um songartíð og í einar 10 dagar. Um tú nú ikki hevur leggjakrampar fleiri fylgjandi nætur, so eigur viðgerðin at halda uppat, fyri at úrslitið kann eftirmetast. 

Hvíldarleysir leggir (restless legs)

Hvat eru hvíldarleysir leggir (restless legs)?

Hetta verður eisini rópt ”restless legs" ella óróligir leggir. Navnið sigur alt um hesa støðu. Fólk uppliva hetta soleiðis, at ávísar tíðir fáa tey ógvusligan ófrið í leggjunum og kenna tørv á at flyta beinini. Samstundis fáa tey eina lítið hugaliga, men ikki pínufulla, kenslu av skriða í leggjunum.

Nøkur fáa vøddapínu og vøddaspenning. Fólk fáa henda ampa oftast 15-30 minuttir eftir, at tey eru farin til songar, men eisini um tey hvíla seg um dagin, tó oftast á kvøldi. Ampin hvørvur næstan beinanvegin, um tú flytur beinini, men kemur skjótt aftur, tá ið tú hvílir aftur. Hetta kann elva til ringan náttarsvøvn, ring evni at savna seg og kanska ringan hýr um dagin. Drúgvar flogferðir kunnu eisini gerast ein trupulleiki.

Í fyrstani merkja fólk hesi serligu eyðkenni oftast á nátt og á kvøldi, men nøkur merkja tey eisini á degi.

Hildið verður, at o.u. 5-10% av øllum hava henda ampa, fleiri eldri enn ung. Umleið helvtin hevur ikki tørv á viðgerð, og vanliga eru tað miðaldrandi fólk, ið hava henda ampa, og títtleikin økist, sum árini ganga

Hví fáa fólk hvíldarleysar leggir?

Ikki er heilt rætt at kalla hetta eina sjúku, og orsøkin til henda ampa er ókend. Hildið verður, at hetta er arvaligt, tí í eini ætt eru fleiri tilburðir enn í aðrari.

  • Nøkur fáa ampan av nervabruna ella eini aðrari nervasjúku
  • Summi fáa ampan av jarntroti, minkaðum nýravirkni ella av at vera við barn
  • Eisini kann heilivágur elva til ampan – eitt nú antipsykotika, SSRI (ein bólkur av antidepressivum), antihistaminer, thiaziddiuretika (ein bólkur av vatndrívandi), metoclopramid (fyri vaml), lithium (nýtt til maniir) og calciumantagonistar (heilivágur fyri hjarta- og blóðrensluólag)
Hvussu verða eyðkenni staðfest?

Tað eru eyðkennini, sum fyrst og fremst eru vegleiðandi. Blóðroynd verður bara tikin, um illgruni er um jarntrot ella tílíkt, ið hugsast kann verða atvold til ampan. Svøvnkanning kann verða gjørd: Heilavirksemið undir svøvni verður kannað við einum elektroencephalografi (EEG).

Hvør er viðgerðin?

Endamálið við viðgerðini er at lætta um. Tað finst eingin viðgerð, sum lekir hvíldarleysar leggir. Viðgerð/venjing skal minka ampa og bøta lívsgóðsku hjá teim, sum hava hetta.

Tað er týdningarmikið at staðfesta, um aðrar orsøkir, t.d. jarntrot, eru. Um so er, ræður um at viðgera fyri hetta. Hugsað eigur at vera, um ráðiligt er at steðga at taka møguligan heilivág, sum kann elva til henda ampa.

Heilivágur er, sum hjálpir fyri hvíldarleysum leggjum: Dopaminagonistar (Parkinson heilivágur), epilepsiheilivágur, pínustillandi morfinheilivágur og benzodiazepinir (stillandi heilivágur).

Eru hvíldarleysir leggir vanligir hjá barnakonum?

Hvíldarleysir leggir eru ikki so sjáldsamir, tá ið kvinna er við barn. Nýliga er ávíst, at kvinnur, ið eru við barn, og sum hava ov lítið jarn í blóðrenslinum, hava lyndi til at fáa henda bága í teimum seinastu 3 mánaðunum, tær ganga við barni. Sama er ávíst um folat (ein B-vitamin)-innihaldið er ov lítið. Tí verður folat-ískoyti viðmælt og møguligt jarn- og B12-ískoyti. Vanlig heilivágsviðgerð verður ikki viðmælt, tí at hugsað verður um fostrið. Næstan altíð er so, at hesin ampi linkar eftir føðing.

Hvørji eru útlitini, um eg havi hvíldarleysar leggir?

Gongdin er ógvuliga ymisk. Hvíldarleysir leggir hevur tú alt lívið. Fyri nøkur versnar støðan, sum árini ganga, og sum frálíður verður ringt svøvnlag størsti trupulleikin. Gerandisdagurin tykist eisini at verða órógvaður av ringa svøvnlagnum. Fyri mong er hetta ein trupulleiki.

Hvat kann eg gera?

  • Massera leggirnar – tað linnar
  • Ikki strekkja beinvøddarnar, beint áðrenn tú leggur teg
  • Rør teg – tað hjálpir
  • Royn hitaposar ella ísposar, tað kann linna
  • Drekk ikki kaffi ella rúsdrekka fyri songartíð
  • Royk ikki fyri songartíð
Upplatingartíðir