Í Føroyum fylgja vit tilmælinum hjá danska heilsumálaráðnum Sundhedstyrelsen, um vitaminir og mineral til smábørn.
Eitt pinkubarn krevur nógva orku og føðslu tað fyrsta liviárið. Orkutørvurin hjá einum pinkubarni er 3-4 ferðir størri pr. kg enn hjá vaksnum, og barnið skal hesa tíðina trífalda vektina.
Tað verður viðmælt, at barnið fær móðurmjólk fyrstu 6 mánaðirnir, um møguligt, ella efturgjørda móðurmjólk. Frá 4-6 mánað aldur til uml. 9 mánað aldur skal barnið tillaga seg til vanligan mat, á donskum kallast hesin maturin "overgangskost". Frá at barnið er 6 mánaðir, skal maturin vera jarnríkur, og barnið skal hava kjøt ella fisk til flestu máltíðirnar. Tá barnið er uml. 9 mánaðir, kann tað eta vanligan, tó orkuríkan, mat. Verða hesar viðmælingar fylgdar, so verður tørvurin hjá barninum nøktaður – tó undantikið tørvurin av D-vitaminum. Pinkubørn hava eisini tørv á K-vitaminum teir fyrstu 3 mánaðirnir, men hetta verður givið sum ein innspræning beint eftir føðing. Jarn verður bert givið pinkubørnum í serligum førum.
Barnið tekur betur við jarni, ið stavar frá føðsluni, enn frá jarnískoyti (jarndropum). Jarnið frá føðsluni skuldi tí nøktað tørvin hjá barninum.
| Børn fødd til tíðina (fullar 37 vikur) | Børn fødd ov tíðliga (<37 vikur) |
|---|---|
D-vitamin frá 2 vikum til 4 ár: 10 mikrogram (400 IE) D-vitamin um dagin |
D-vitamin frá útskiving til 4 ár: 10 mikrogram (400 IE) D-vitamin um dagin |
Jarnískoyti frá 6 vikum*: Børn við føðivekt <2500 gram skulu hava 8 mg jarn um dagin til barnið er 6 mánaðir. Børn, sum fáa meira enn helmingin av føðsluni frá eftirgjørdari móðurmjólk, skulu hava 4 mg um dagin. *Jarnískoyti verður vanliga givið frá 6 vikum, tó skal tilmæli frá barnalæknum altíð fylgjast, um tað víkur frá hesum. Børn við føðivekt >2500 gram nýtast ikki at fáa jarnískoyti. |
Jarnískoyti frá 6 vikur*: Børn við føðivekt <1500 gram skulu hava 8 mg jarn um dagin í 12 mánaðir. Børn við føðivekt >1500 gram skulu hava 8 mg jarn um dagin í 6 mánaðir. Børn sum fáa meira enn helmingin av føðsluni frá eftirgjørdari móðurmjólk skulu hava 4 mg um dagin. *Jarnískoyti verður vanliga givið frá 6 vikum, tó skal tilmæli frá barnalæknum altíð fylgjast, um tað víkur frá hesum. |