Føðslubót

Føðslubót kann vera føðsludrykkur, sonduføði, dessert ella súpan. Í hesari grein verður greitt nærri frá teimum føðsludrykkjum, ið kunnu keypast á apotekinum.

Føðslubót kann brúkast á hendan hátt:

  • Sum einasta føðslukelda
  • Sum ískoyti, tá matarlysturin er lítil
  • Fyri føðslutrot
  • Tá tørvur er á meira orku
Hvør hevur tørv á føðsludrykkjum?

Føðsludrykkir eru fyri tey, ið ynskja at fara fram (fitna), mangla matarlyst, og sum annars ikki fáa nóg mikið av proteinum og orku úr vanliga kostinum.

Serliga kunnu nevnast:

  • Tey, ið skulu koma fyri seg eftir eina skurðviðgerð
  • Tey, ið eta lítið
  • Eldri, ið hava trupult við at tyggja
  • Tey, ið hava lungnasjúkuna KOL
  • Ávísar sjúklingar, ið hava krabbamein
  • ALS-sjúklingar
  • Tey, ið hava diabetes

Tað er serliga, tá ið tú ert sjúk/ur, ella tá ið annað órógvar kroppin, at tær tørvar serliga nógva orku, men matarlysturin er ikki altíð tann besti tá.

Nógv eldri fólk kunnu missa matarlystin uttan veruliga at vera sjúk. Tá matarlysturin ikki er so góður, er tað sjálvsagt, at tá verður ov lítið drukkið og etið, og tí lætna fólk. Tá fólk lætna undir sjúku, ella tá ið tú eldist, svinna vøddarnir, og tú møðist, og tískil er størri vandi fyri at detta og fáa beinbrot. Tí er tað serliga týdningarmikið at fáa nokk av mati og drekka fyri at styrkna og fáa hýrin aftur. Tað kann taka tíð at fáa matarlystin aftur, og tí er tað av stórum týdningi at fáa íblástur til, hvat man kann eta og drekka í hesum tíðarskeiði.

Hjá teimum, ið hava ringan matarlyst, er tað ofta lættari at fáa flótandi føði í seg, og her eru føðsludrykkirnir ein góður máti at fáa so nógvar kaloriur sum gjørligt.

Tørvurin á orku er tengdur at vekt, kyni, aldri, og eftir hvussu nógv tú rørir teg. Tað vil siga, at munur er á tørvinum, hvørt tú liggur í songini ella ert á fótum.

Eru ymisk sløg av føðsludrykkjum?

Føðsludrykkirnir fáast sum lítlar fløskur við skrúvuloki. Føðslubót finst tó eisini sum dessert, súpan og sonevnt krem.

Fullgildigir drykkir

Summir drykkir innihalda tey føðsluevni, ið eru neyðug í kostinum, og innihalda vitaminir, mineral og rætta lutfallið millum protein, fitievni og kolhydrat. Hetta eru teir sonevndu fullgildigu drykkirnir.

Drykkir sum ískoyti

Tað finnast eisini føðsludrykkir, ið eru blandaðir av eitt nú saft. Í saftini eru protein og kolhydrat. Hesir drykkir eru bert egnaðir sum ískoyti til matin. Teir innihalda ikki øll tey neyðugu føðsluevnini, men innihalda orku og protein í ymiskum mongdum og møguliga eisini vitaminir og mineral.

Protein-drykkir

Føðsludrykkirnir vera ofta nevndir protein-drykkir, orkudrykkir ella ískoytisdrykkir. Serliga orðið protein-drykkur verður nógv brúkt. Summir av drykkjunum hava protein í heitinum, og tískil halda fleiri, at tað eru hesar, tey skulu keypa. Tað merkir ikki, at hinir ikki hava protein í, tí teir innihalda eisini protein. Er føðslubótin einasti kostur, fært tú ov nógv av proteinum, um tú bert tekur teir við eyka proteinum í.

Teir, ið hava protein í heitinum, innihalda sum sagt eyka nógv protein og eru góðir at fáa t.d. sum ískoyti beint eftir skurðviðgerð og í sambandi við ávísar sjúkur, sum skulu lekjast, ella vøddar, sum skulu styrkjast.

Sí meira um tey ymisku sløgini niðanfyri.

Hvønn drykk skal eg velja?

Føðsludrykkir verða býttir í tveir bólkar:

1)    Fullgildug føðslubót (Grundað á mjólk)

Fresubin: energy/energy fibre/yocreme/2 kcal/2 kcal fibre

Nutridrink: original/multifibre/yoghurt style/compact/compact fibre

Resource: komplet næring/2,0/2,0 fibre/soup/dessert fruit/2,5 compact/2,5 fibre compact

Fullgildug føðslubót sum einasta orkukelda, skal helst bert nýtast í styttri tíð, áðrenn tú eigur at umhugsa sonduføði.

2)    Ikki-fullgildug føðslubót (føðslu ískoyti, grundað á antin mjólk ella saft/djús)

Fresubin: protein energy/juice/creme

Nutridrink: protein/compact protein/juice style/creme

Ressource: protein/addera plus

Hvat slag av føðslubót, og hvussu stóra nøgd ein skal hava, er sera ymiskt, tí tað er treytað av tørvinum og støðuni hjá tí einstaka persóninum.

Ikki-fullgildug føðslubót verður serliga brúkt sum ískoyti til kostin hjá teimum, sum ikki eta so nógv, og sum ískoyti til fólk, ið hava ein serligan tørv á meir protein. Eitt nú í sambandi við sjúkuna KOL, livrasjúku, eftir drúgvari sjúkralegu, nýliga skurðviðgjørdar sjúklingar og til tey, ið eru í viðgerð fyri krabbamein. Her er føðslubótin við eyka proteinum góð, tí  tað hjálpir til at byggja kropp og vøddar uppaftur. Tí tað vísir seg ofta at vera torført at fáa nøktandi kost. Føðsludrykkirnir grundaðir á djús/saft hóska seg væl til fólk, sum ikki dáma smakkin og konsistensin í føðsludrykkjunum, sum eru grundaðir á mjólk. Fólk, sum hava vaml, hava ofta lættari við at drekka føðsludrykkir, sum eru grundaðir á djús.

Finnast ymiskir smakkir?

Smakkurin hevur eisini stóran týdning, tá tú ikki hevur so góðan matarlyst. Eitt gott hugskot er at skifta ímillum teir ymisku smakkirnar. Øll sløgini av føðslubót finnast við ymiskum smakkum, t.d. sjokulátu, banan, jarðber, vanilju, kaffi, aprikosu osfr.

Tað finnast kassar, ið eru blandaðir við ymiskum smakkum í, so tú kanst royna, hvønn smakk tær dámar best. Annars verða føðsludrykkirnir seldir við 4 íløtum í einum pakka, og tá er tað sami smakkur í pakkanum.

Og tað er sum sagt møguligt at fáa ymisk sløg av føðslubót: Vanligur drykkur, jogurt-líknandi og djús.

Eru hjáárin við føðsludrykkjum?

Vanliga eru eingi hjáárin, tá ein drekkur føðsludrykkirnar. Tað er týdningarmikið ikki at drekka eitt ílat beint undan eini høvuðsmáltíð, tí annars verður lítið annað etið.

Góð ráð um føðsludrykkir

Føðsludrykkir kunnu drekkast sum ein millummáltíð ella vera ístaðin fyri eina minni høvuðsmáltíð. Teir eru eisini serliga væl egnaðir at drekka undir eini máltíð ella ístaðin fyri drykkir, sum ikki innihalda protein, eitt nú vatn, kaffi, te, saft og sodavatn. Verða drykkir valdir uttan vitaminir og mineral, er tað ofta eitt gott hugskot at taka eina vitamin/mineral-tablett sum ískoyti.

Teimum flestu dámar føðslubót kalda úr køliskápinum. Men tað er eisini møguligt at hita – tó ikki kóka.

Tú kanst velja at borðreiða føðsludrykkin á ymiskan hátt. T.d. kanst tú borðreiða drykkin sum ís, heitt kakao við róma ella koyra drykkin í suppu, eplamos og líknandi. Fá fleiri góð hugskot her.

Ymiskir møguleikar

Føðslubót vanligt

Inniheldur tey neyðugu føðsluevnini í kostinum og tað rætta lutfallið millum protein, feitt og kolhydrat. Føðsludrykkirnir innihalda eisini vitaminir og mineral. Kann brúkast sum ískoyti saman við matinum, men tað kann eisini vera einasta føðslukelda, ein fullgildur drykkur.

Føðslubót Compact

Innihaldið er tað sama sum tann vanligi drykkurin, men við Compact eru einans 125 ml í hvørjari fløsku (hinir eru á 200 ml). Hetta kann muna serliga væl, tá ið matarlysturin ikki er góður. Hetta kann bæði vera ein fullgildur drykkur og ein ikki-fullgildur drykkur. Ein meginregla er, at um orðið protein finst í heitinum á drykkinum, er talan um ein ikki-fullgildugan drykk. 

Føðslubót við eyka proteini

Føðslubót við hægri innihaldi av proteinum enn tað vanliga finst bæði sum ”vanligt” ella Compact. Protein fæst úr kosti sum t.d. kjøti, fiski, mjólkaúrdráttum ella bønum. Hetta er ein ikki fullgildugur drykkur.

Føðslubót við trevjum

Hetta er føðslubót við ymiskum trevjum. Trevjurnar í drykkinum minna um trevjurnar, tú fært úr vanligum heilsugóðum kosti. 

Hetta kann vera við til at geva eina góða bakteriufloru í tarmunum og minka um vandan fyri ígerð og ávikavist leysum og hørðum lívi. Hetta er ein fullgildur drykkur.

Føðslubót, ið líkist saft/juice

Hesir drykkir eru ikki fullgildugir. Teir innihalda ikki feitt, men teir eru eitt gott ískoyti fyri tey, ið ikki eta so nógv. Teir eru frískligir og hóska væl til tey, ið ikki brýggja seg um teir drykkirnar, ið eru grundaðir á mjólk – teir ”vanligu” drykkirnar. Ofta góðir fyri tey, ið hava vaml.

Soup

Hetta er ein fullgildug súpan til tann, ið ynskir ein annan møguleika enn teir søtu føðsludrykkirnar.

Creme

Hetta er eitt sonevnt krem, sum verður sopið við skeið, og sum hevur ein fastari konsistens. Finst bæði sum fullgildugt og ikki-fullgildugt, alt eftir hvat fyri slag ella merki tað er. Fleiri smakkir eru. Hetta er eitt annað gott alternativ.

Dessert fruit

Sum tað liggur í orðinum, er hetta ein fruktdessert og er eisini ein annar møguleiki enn føðsludrykkirnir. Hetta er ein fullgildug føðslubót.

Føðslubót til børn

Føðslubót til vaksin er ikki egnað til børn undir 3 ár og verður við fyrivarni givin børnum millum 3 og 6 ár.


Tí er best at velja føðslubót, ið er gjørd til børn. Føðslubótin finst millum annað sum smoothies, ið er gjørd serliga til børn.

 

Framleiðarar

Tað eru 3 ymiskar fyritøkur, ið framleiða føðslubót, sum apotekini selja. Ymiskt er, hvat tey ymisku apotekini hava á goymslu, men øll merkini kunnu bíleggjast. Tey trý merkini eru:

·        Nutricia (Nutridrink)

·        Fresenius-kabi (Fresubin)

·        Nestlé Healthcare Nutrition (Resource)

Tey ymisku merkini hava eitt stórt úrval av ymiskum føðsludrykkjum. Føðslubótar val er grundað á tørvin hjá tí einstaka, og hvat honum dámar.

Á heimasíðuni hjá Nestlé sæst, at tey viðmæla 5-7 íløt um dagin, um føðslubótin er tann einasti kosturin. Tá er tað neyðugt, at tað er tann fullgilduga føðslubótin. Er talan um ískoyti til kostin, verða 1-3 íløt viðmæld.

Metir læknin, at viðkomandi er serliga sjúkur/veikur, kann føðslubótin fáast á forskrift og hervið fáa tilskot, uppá sama máta sum við heilivági frá Heilsutrygd. Hetta er ein meting, læknin ger.


Les meira um tey ymisku sløgini á heimasíðunum niðanfyri.

Upplatingartíðir