Bygnaður

Bygnaðurin í Apoteksverkinum sæst á bygnaðardiagramminum niðanfyri. Landsapotekarin er ovasti leiðari í Apoteksverkinum, og undir sær hevur hann toymið Klinisk farmasi, leiðsluskrivaran, fyrisetingar- og rakstrarstjóran og so teir fýra apotekararnar. 

Fyrisetingar- og rakstrarstjórin varðar av Fíggjardeildini, KT-deildini, Teknisku deild og Framleiðsluapotekinum.

Fíggjardeildin, KT-deildin og Tekniska deild eru tvørfakligar deildir og veita tænastu til øll apotekini og til Framleiðsluapotekið.

Apoteks-stjórnin

  • Hjalti Gunnarstein, landsapotekari
  • Nanna Knudsen, apotekari (Norðoya Apotek)
  • Ingun Hansen, apotekari (Eysturoyar Apotek)
  • Petur Oluf Joensen, apotekari (Tjaldurs Apotek)
  • Fríði Jensen, apotekari (Suðuroyar Apotek)
  • Allan Nolsøe, fyrisitingar- og rakstrarstjóri
Upplatingartíðir