Xymelin FAP 1 mg/ml nasapístr R01AA07

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Xymelin. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

Tú kanst fáa Xymelin nasapístr í handkeypi.

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita.
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Xymelin
  3. Soleiðis skalt tú taka Xymelin
  4. Hjáárin
  5. Soleiðis skalt tú goyma Xymelin
  6. Aðrar upplýsingar

1. Xymelin - virknaður og nýtsla

  • Xymelin er heilivágur, ið virkar fyri tipta nøs í samband við krím. Xymelin kann eisini verða nýtt í samband við hjáholubruna.
  • Xymelin fær blóðæðrarnar í slímhinnunum í nøsini at treingjast saman. Hetta ger, at meira luft sleppur ígjøgnum nøsina.
  • Xymelin virkar aftaná 5-10 minuttir og virkar í 10-12 tímar.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Xymelin

Tak ikki Xymelin, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri xylometazolinhydroklorid ella einum ella fleiri av hinum evnunum, sum eru í.
  • hevur grønstar við teprum kamarsvinkli
  • hevur tikið burtur saðilkertil ella er blivin skurðviðgjørdur í heilanum ígjøgnum nøs ella munn.

Børn yngri enn 2 ár, skulu ikki taka Xymelin, av tí at tey kunnu fáa álvarsom hjáárin, eisini í heilt smáum mongdum.

Tosa við lækna, áðrenn tú tekur Xymelin, um tú hevur:

  • sera høgt blóðtrýst
  • álvarsama hjartaæðrasjúku (t.d. langt QT syndrom)
  • evnisskiftissjúku
  • sukursjúku
  • trupulleikar við vatnláti orsakað av vaksnum prostata
  • er í viðgerð við heilivági fyri tunglyndi (TCA ella MAO-tarnara)

Børn undir 10 ár skulu bert brúka Xymelin 1 mg/ml í samráð við lækna.

Viðgerðarlongdin eigur ikki at vera longri enn 10 dagar. Verður Xymelin brúkt javnan og í longri tíðarskeiði, kann viðgerðin gera, at slímhinnurnar í nøsini hovna og kenslan av tiptari nøs kemur aftur ella verður verri.

Xymelin skal verða nýtt við varsemi, um tú ert viðkvæmur fyri evnum, sum kunnu geva svøvntrupulleikar, svimbul, pipran, ólag í hjartarútmuni ella ov høgt blóðtrýst.

Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági ella fyri stuttum hevur brúkt annan heilivág.

Um tú ert í viðgerð við ávísum sløgum av heilivági fyri tunglyndi (TCA ella MAOtarnara), so kunnu hjáárinini við Xymelinnýtslu verða styrkt. Spyr læknan ella starvsfólkið á apotekinum.

Matur, drekka og alkohol: Tú kanst taka Xymelin saman við mati, drekka og alkoholi.

Barnakonur: Tú eigur bert at taka Xymelin í samráð við lækna, um tú ert við barn.

Bróstageving: Tú eigur bert at taka Xymelin í samráð við lækna, um tú gevur bróst.

Ferðsla og arbeiðstrygd: Xymelin ávirkar ikki arbeiðstrygdina ella førleikan at vera tryggur í ferðsluni

3. Soleiðis skalt tú taka Xymelin 1 mg/ml

Nýt altíð Xymelin eftir leiðbeiningini í hesum kunningarlepa, ella eftir leiðbeining frá lækna.

Vaksin og børn yvir 10 ár: Nasapístr: 1 pístr í hvønn nasaglugga í mesta lagi 3 ferðir um dagin, nýtast í mesta lagi í 10 dagar.

Børn: Gev ikki børnum yngri enn 10 ár Xymelin, uttan at tað er í samráð við lækna. Gev ikki børnum undir 2 ár Xymelin.

Soleiðis skalt tú nýta Xymelin nasapístr:

  1. Tak verndarproppin av og hald fløskuni loddrætt
  2. Áðrenn tú brúkar Xymelin fyrstu ferð: Trýst nakrar ferðir inntil Xymelin kemur úr (sum fínt sirm)
  3. Legg høvdið eitt sindur framyvir, hald fyri annan nasagluggan og koyr spíssin upp í hin nasagluggan.
  4. Nasapístrið verður skamtað við at trýsta samstundis sum tú andar inn ígjøgnum nasagluggan.
  5. Endurtak mannagongdina fyri hin nasagluggan.
  6. Spíssurin kann eftir tørvi skolast við lunkaðum vatni. Spíssurin skal ikki takast av.

Legg til merkis, at fløskan inniheldur meira enn 10 ml, av tí at tað ikki ber til at tøma fløskuna heilt. Tað er tó altíð møguligt at fáa í minsta lagi 10 ml til nýtslu.

Hevur tú tikið ov nógv Xymelin: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið fleiri Xymelin, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri.

Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv Xymelin, kunnu vera týðiligt lækkaður kropshiti, sveitta útbrot, dølskni, høvuðpína, títtur og óregluligur pulsur, hækkað blóðtrýst. Børn undir 2 ár kunnu fara í koma. Hesar støður kunnu eisini koma av skeivari nýtslu, sum t.d. við at taka heilivágin ígjøgnum munnin í staðin fyri nøsina.

Hevur tú gloymt at taka Xymelin: Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt. Tak skamtin so skjótt sum gjørligt, og tak ikki fleiri ein 3 skamtar um dagin.

4. Hjáárin

Xymelin, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin.

Vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 – 10 av 100, sum eru í viðgerð): Sviði í nøs og svølgi, turrar og viðkvæmar slímhinnur í nøsini, njósi, økt nasaflot.

Ikki vanlig hjáárin (fáa 1 – 10 av 1.000, sum eru í viðgerð): Tipt nøs, serliga um heilivágurin verður brúktur javnan og í longri tíðarskeiði.

Ógvuliga sjáldsom hjáárin (fáa færri enn 1 av 10.000, sum eru í viðgerð): Ógvuslig ovurviðkvom reaktión við m.a. húðútbroti, andadráttstrupulleikum, skjótum og óregluligum pulsi, hovnum andliti og hálsi (anafylaktisk shock).

Eru álvarsom sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til lækna ella á skaðastovu.

Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at hjáárini kunnu verða fráboðað danska Heilivágsstýrinum, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan. Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi og/ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin.

5. Soleiðis skalt tú goyma Xymelin

Krógvið Xymelin fyri børnum.

Xymelin skal goymast kaldari enn 25 °C. Tak ikki Xymelin eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining.

6. Aðrar upplýsingar

Xymelin FAP nasapístr hevur í sær hetta virkna evnið: Xylometazolinhydroklorid

Hini evnini eru: Reinsað vatn, dinatriumfosfat dihydrat, natriumdihydrogenfosfat, nartiumklorid, benzalkoniumklorid, dinatrium edetat.

Útsjónd og stødd á ílati: Xymelin nasapístr er farvuleysur loysingur. Xymelin nasapístr fæst í fløskum við 10 ml.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo.

Upplatingartíðir