Tíðindi
Kunning frá Bókhaldinum
Vegna avbjóðingar við innheintan av pengum, eru persónar í GS skipanini ikki trektir.
Tað verður arbeitt uppá feilin.
Haldið okkum til góðar.
16.04.2026

Heilivágssjálvtøkan á Eysturoyar Apoteki
Heilivágssjálvtøkan á Eysturoyar Apoteki er virkin aftur.

09.02.2026
Heilivágssjálvtøkan á Eysturoyar Apoteki
Heilivágssjálvtøkan á Eysturoyar Apoteki er virkin aftur.

Heilivágssjálvtøkan á Eysturoyar Apotek
Heilivágssjálvtøkan á Eysturoyar Apoteki er óvirkin í løtuni. Vit arbeiða við at rætta feilin. Haldi okkum til góðar.

05.01.2026

Rinda egingjaldið í smáum
Um tú nýtir sera nógvan heilivág, sum er tilskotsheimilaður, so rindar tú helst fult egingjald. Og um tú rindar fult egingjald, ella væntar at skula gera tað, so kann Partgjaldskipanin hjá Apoteksverkinum vera nakað fyri teg.

31.10.2025

Nýggjur apotekari á Suðuroyar Apoteki
Landsapotekarin hevur 23.06.2025 sett Duritu Rask Olsen í starv sum apotekari á Suðuroyar Apoteki.

25.06.2025

Stuðulsbroytingar av sonevndum opiodum, sum er sterkur pínustillandi heilivágur
Mánadagin 26. mai 2025 broytast stuðulstreytirnar fyri sonevndar opoidir, sum er sterkur pínustillandi heilivágur.

26.05.2025

Nýggja Vága apotek letur upp mikudagin 2. apríl
Mikudagin verður ein stórur dagur í apotekssøgu Føroya. Tí tað er ikki á hvørjum degi, at eitt spildurnýtt apotek letur upp. Talan er um Vága apotek, sum er staðsett á Heiðavegi í Miðvági. Nýggja apotekið er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri. Sostatt verður Vága apotek sætta apotekið í Føroyum, umframt Norðoya apotek, Tjaldurs apotek, Apotekið í Steinatúni, Suðuroyar apotek og Eysturoyar apotek.

28.03.2025

Betri atgongd til handkeypsheilivág: Fleiri sjálvtøkur verða settar upp
Tríggjar nýggjar sjálvtøkur verða settar upp í vár, og fara tær at geva fólki betri atgongd til handkeypsheilivág alt samdøgrið.

20.02.2025

Stuðulsbroytingar av ávísum sløgum av diabetes heilivági
Mánadagin 25. novembur 2024 kunnu stuðulsbroytingar ávirka prísin á ávísum sløgum av diabetes heilivági.

22.11.2024

Broyting í vøru veitanini
Vegna broyting í ferðaætlanini hjá Norrønu í vetur og inntil endan av mai 2025 fáa apotekini ikki longur vøru sum vant mánadagar, men týsdagar í staðin. Í hesum tíðarskeiðnum kann vera at vøran ikki verður tøk ella á hillunum fyrr enn mikudagar. Broytingin er galdandi fyri øll apotekini.
12.11.2024

Skalt tú ørindi á apotekinum?
Tak appina Bíðirøð niður á App Store ella Google Play. So fært tú boð, tá ið tín túrur nærkast.

08.02.2024

Afturkalling: Dicillin 500mg frá Sandoz
Sjúklingar, sum eru í viðgerð við Dicillin Sandoz 500mg kapslum fyri bruna, skulu fara aftur á apotekið við heilivágnum og fáa annað slag av heilivági fyri. Tað er umráðandi at viðgerðin ikki steðgar. Apotekini hava fingið boð um at útvega sjúklingunum annan heilivág fyri bruna.

06.02.2023

Soleiðis letur tú heilivág inn til apotekið at burturbeina
Heilivágur er ikki vanligt burturkast – tað kann vera vandamikið, enntá lívshættisligt, í skeivum hondum, og so kann tað dálka umhvørvið, um tað verður tveitt í ruskspannina ella skolað niður í kummuni.

14.11.2022

Heilivágur til seyð um heystið
Nú er flettingartíð og farið verður á fjall kring landið. Apoteksverkið hevur í samráð við djóralækna gjørt eitt yvirlit yvir tann heilivág, sum mælt verður til at geva seyðum ávísar tíðir á árinum.

29.09.2022

Sólbjørg vil veita góða tænastu og vegleiðing til kundar
Sólbjørg arbeiðir á Eysturoyar apoteki og hevur stóran áhuga í at veita fullgóða tænastu og vegleiðing til kundar.

27.06.2022

Elisabet arbeitt í Apoteksverkinum seinastu 11 árini
Elisabet er farmakonomur og arbeiðir á fjardeildini hjá Apoteksverkinum og hevur ábyrgd av nógvum fjølbroytum uppgávum.

10.05.2022

Nú er tíð at koppseta ær, sum skulu lemba
Apríl mánaður er tíðin, har ær sum lemba, verða koppsettar. Á heimasíðuni hevur Apoteksverkið eitt vegleiðandi yvirlit, har tað sæst, hvørjar vaksinur og hvør heilivágur verður givin, bæði á vári og á heysti.

31.03.2022

Apoteksverkið er partur av Vanganum
Fá eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág

17.03.2022
Apoteksverkið er partur av Vanganum
Fá eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág

Radioaktiv geisling og jodtablettir
Sambært Sundhedsstyrelsen skulu fólk ikki sjálvi fara undir viðgerð við jodtablettum, tí hetta skal bert nýtast eftir viðmæli frá myndugleikunum. Í Føroyum er tað landslæknin, ið kemur við tilmælum.

04.03.2022

Føstulávint og sminka
Nógvum dámar væl at verða sminkaði soleiðis, at tey kanska eru heilt ókennilig. Alt hetta er sera stuttligt og spennandi, men tað er eisini sera týdningarmikið, at tú hesar dagarnar hugsar teg væl um, hvussu tú fert fram, tá tú sminkar børnunum.

24.02.2022

Rósing viðlíkaheldur øll teknisk tól hjá Apoteksverkinum
Tað eru 15 ár síðan Rósing byrjaði sum húsavørður á Apoteksverkinum. Í dag er hann leiðari á teknisku deild – einum toymi á 5 mans. Uppgávurnar eru ymiskar, alt frá at blanda heilivág í alifóður til at viðlíkahalda ventilatiónir, oljufýringar, hitaskipanir, ketlar og framkomnu tólini, ið verða brukt á Apoteksverkinum.

27.01.2022

Heilivágur kann pakkast í skamtposar
Ynskir tú at fáa skamtaðan heilivág, skalt tú seta teg í samband við lækna og biðja um at koma í skipanina.

13.01.2022

Turrar barnahendur
Handreinføri er framvegis ein týðandi partur av gerandisdegnum - bæði heima, í skúlum og á dagstovnum. Tá hendurnar verða vaskaðar ofta, kann vandin fyri turrum hondum, umframt eksemi, økjast. Apoteksverkið hevur í samstarvi við Gigna gjørt eitt kunningarskriv um turrar barnahendur.

06.01.2022

Bróstsviða á jólum?
Stórar máltíðir og ávísur matur kann geva magasýrutrupulleikar á jólum

23.12.2021
Bróstsviða á jólum?
Stórar máltíðir og ávísur matur kann geva magasýrutrupulleikar á jólum

Snarkanning
Vit hava fingið Korona snartest frá Abbott PanBio á goymslu

09.12.2021
Snarkanning
Vit hava fingið Korona snartest frá Abbott PanBio á goymslu

Bílegg diabetes útgerð á apotek.fo.
Møguleiki er at bíleggja diabetes útgerð á netinum. Talan er bæði um útgerð til diabetikarar og útgerð til tey, ið hava tørv á at halda eyga við blóðsukrinum.

25.11.2021

Altjóða Antibiotikadagur 2021
Lat okkum verða við til at minka um antibiotika resitentar bakteriur. Antibiotika tablettir skulu ikki burturbeinast í eina ruskspann ella skolast niður í vesi. Um tú hevur restir av tablettum, tá ið antibiotika kururin er liðgur, lat so restina av tablettunum inn á apotekið

18.11.2021

Bløðrubruni
Kvinnur í skiftisárunum eru í størri vanda fyri at fáa bløðrubruna vegna trot á tað kvinnuliga kynshormonið. Slímhinnurnar í móðurskeiðini, landræsinum og bløðruni eru hormonviðkvæmar. Tá ið hormongerðin minkar ella næstan fer burtur í einki, kunnu slímhinnurnar gerast turrar og viðkvæmar.

11.11.2021

Útkoyring av heilivági
Borgarar í Tórshavn og Klakvík kunnu fáa heilivág koyrdan til dyrnar. Talan er um eina tænastu, sum Norðoya apotek og Tjaldurs apotek bjóða

25.10.2021

Bróstkrabbi
Í oktobur mánaða varpa vit her á apotekinum ljós á bróskrabba. Bróstkrabbi er tað slagi av krabba, sum rakar flest kvinnur. Tíggjunda hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba.

07.10.2021

Leiðbeining til at garva skinn
Kundi tú tær hugsa tær at garva skinn, nú flettingin er fyri framman?

22.09.2021
Leiðbeining til at garva skinn
Kundi tú tær hugsa tær at garva skinn, nú flettingin er fyri framman?

Havhestaveiða og kloramin pulvur
Umráðandi er at hugsa um reinføri, tá farið verður eftir havhesti. Mælt verður til at nýta kloramin til at sóttreinsa hendur og útgerð við. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at ein verður smittaður við sjúku, sum havhestar og havhestaungar kunnu bera.

23.08.2021

Nýggir farmakonomar
Hósdagin 01.07.2021 var hátíðardagur á Tjaldurs apoteki. Barbara Thomsen, Ása E. Nielsen og Elsa Anna K. Mohr fingu handað prógv í sambandi við, at tær eru lidnar sum farmakonomar. Útbúgvingin hevur tikið 3 ár, og er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs apoteki í Tórshavn. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir.

02.07.2021

Sólkrem
Minnist til at nýta sólkrem. Á apotekinum selja vit ymsar tilbúningar av sólkremi og ráðgeva fegin hvat rætti tilbúningur er til tína húð.

24.06.2021

Altjóða roykfríur dagur 31. mai
Mánadagur 31. mai er altjóða roykfríur dagur. Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti, at 17% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Og 80% av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av.

31.05.2021

Nú er hoyfepurtíðin
Njósan, næsaflot og skriðjan í nøs og eygum. Nógv uppliva ovurviðkvæmi um hesa ársins tíð, nú nógv flog- og blómusáð er í luftini.

28.05.2021

Heilivág við á ferðini
Um tú dagliga tekur heilivág og fert at ferðast, er neyðugt at hava heilivágin við á ferðini. Tó eru nøkur viðurskifti at hava í huga

20.05.2021

Seinárin eftir krabbamein
Tjaldurs apotek hevur eina spurnaðarblaðskanning um seinárin eftir krabbamein. Kanningin verður gjørd í samstarvi við granskarar frá Kræftens Bekæmpelse og Københavns Universitet.
06.05.2021

Broyting frá POSTA
Postpakkar frá apotekunum verða nú bornir út dagin eftir at bíleggingin kemur, um apotekið fær forskriftina/bíleggingina áðrenn freistin er farin. Tað merkir so eisini at forskrift/bílegging, sum kemur á apotekið aftaná freistina, hevur eina flutningstíð á 2 dagar.

24.04.2021

HUSK tilbúningar afturkallaðir
Allir Husk tilbúningar, eisini Husk við kálki, verða afturkallaðir

16.04.2021
HUSK tilbúningar afturkallaðir
Allir Husk tilbúningar, eisini Husk við kálki, verða afturkallaðir

Smábørn og húðrøkt
Børn hava viðkvæmari húð enn vaksin. Hetta er vert at hugsa um, tá tú skalt keypa sápu og krem til barnið. Um barnið hevur turt hold, verður viðmælt at smyrja við kremi hvønn dag

09.04.2021

Ferðsluvandamikil heilivágur
Visti tú, at ávís sløg av heilivági kunnu vera eins vandamikil í ferðsluni sum rúsdrekka? Tí er sera umráðandi, at tú ert varin um tú tekur ferðsluvandamiklan heilivág

29.03.2021

Varandi giktapína
Í mars mánaða varpa vit á apotekinum ljós á pínu í samband við slitgikt og liðagikt

15.03.2021

Nú er skjótt tíð at koppseta ær, sum skulu lemba
Apríl mánaður er tíðin, har ær sum lemba, verða koppsettar. Á heimasíðuni hevur Apoteksverkið eitt vegleiðandi yvirlit, har tað sæst, hvørjar vaksinur og hvør heilivágur verður givin, bæði á vári og á heysti.

08.03.2021

Farmakonomnæmingar til Tjaldurs og Eysturoyar apotek
Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

26.02.2021

Heilivágur fyri astma
Tað eru tvey sløg av heilivági fyri astma. Eitt slag virkar fyribyrgjandi og eitt slag virkar við herðindi. Tilbúningurin, ið verður nýttur fyribyrgjandi, er ofta brúnur ella reyðgullitur. Tilbúningurin, ið verður nýttur til herðindi, er oftast bláður. Um tú tekur fyribyrgjandi heilivág fyri astma, er týdningarmikið, at heilivágurin verður tikin hvønn dag.

19.02.2021

Altjóða krabbameinsdagur 4. februar
Í dag 4. februar er Altjóða Krabbameinsdagur. Á apotekinum hava vit gjørt ein lista yvir vørur, sum eru góðar at eiga, um tú hevur verið ella ert í viðgerð fyri krabbamein.

04.02.2021

Altjóða lúsadagur 31.01.21
Altjóða lúsadagur er 31.01.21. Kanna alt húskið fyri lýs. Øll, ið hava lýs, skulu viðgerast. Keyp lúsaevni á apotekinum og les kunningarlepan gjølla.

01.02.2021

Apoteksverkið nýtt felags telefonnummar
Frá 1. februar 2021 fær Apoteksverkið nýtt felags telefonnummar. Nummarið verður 404040 og telefonin verður svarað ímillum kl. 9.00 og 16.00. Uttanfyri hesar tíðir kemur telefonsvarari til, har kunnað verður um upp- og afturlatingartíðir á apotekunum, og hvussu samband fæst við starvsfólk í Apoteksverkinum uttanfyri telefontíðina

29.01.2021

Barnakonur og vitamin ískoyti
Sundhedsstyrelsen viðmælir barnakonum at taka ískoyti av folinsýru, jarni og D-vitaminum. Hetta verður viðmælt fyri at fyribyrgja m.a. fylgisjúkum hjá nýføddum og jarntroti hjá mammuni

25.01.2021

Nýggj kunngerð um tilskot til heilivág
01. januar 2021 hevur Heilsumálaráðið ásett nýggja kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.

11.01.2021

At leggja av at roykja
Tað ber til at leggja av at roykja uttan heilivág ella aðra hjálp. Men kanningar vísa, at útlitini fyri, at roykisteðgurin varir við, eru væl størri, um tú tekur av onkrum tilboði um leiðbeining og stuðli til roykisteðgin, møguliga saman við nikotinheilivági.

04.01.2021

Visti tú, at diabetes útgerð kann bíleggjast á apotek.fo?
Møguleiki er fyri at bíleggja tína diabetes útgerð á apotek.fo/diabetes. Hetta ger tað lættari og skjótari fyri teg at fáa tína útgerð.

07.12.2020

CTD (Carnitin Transporter Defekt)
CTD er ein sjúka við niðursettum evnum at framleiða orku av feittforbrenning, eisini kallað beta-oxidatión av fitisýrum, sum er tann týdningarmesta keldan til orku hjá kroppinum.

23.11.2020

Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur
Í samband við tann europeiska antibiotikadagin hevur WHO valt at varpa ljós á antibiotikamótstøðuføri og á týdningin at nýta antibiotika á rættan hátt

19.11.2020

Barnaormur
Kennir tú til barnaorm? Barnaormur kemur fyri hjá fólki í øllum aldri, tó er hann vanligast hjá børnum og ungum. Serliga smitta børn lættliga hvørt annað á dagstovnum.

05.11.2020

Koppsetan móti influensa
Vegna stóra eftirspurningin av influensa koppsetingum, verður koppsetingin bert bjóðað teimum, ið eru í vandabólki, í fyrsta umfari.

01.11.2020

Hjáárin
Allur heilivágur hevur hjáárin, men fyri størsta partin av heilivági er talan um mild stuttíðar hjáárin, sum bara síggjast hjá einum lítlum parti av brúkarum

14.09.2020

Bíligari heilivágur við sama virknaði
Hevur tú verið úti fyri, at heilivágurin, sum tú heintar á apotekinum, hevur annað navn ella sær øðrvísi út, enn tann tú fekk seinast?

31.08.2020

Koppseting fyri pneumokokk bakteriuna
Nú er ókeypis hjá eldri og øðrum í ávísum vandabólkum at verða koppsett fyri pneumokokk bakteriuna, sum kann elva til hættisligan lungnabruna.

17.08.2020

Handapotekið við á ferðini
Tað lættir um, at hava handapotekið við tær, tá tú fert at ferðast. Apotekið selur handapotekstaskur í tveimum støddum.

13.07.2020

Nýggjur farmakonomur á Tjaldurs apoteki
Hósdagin 25.06.2020 var hátíðardagur á Tjaldurs apoteki. Vilhelmina Olsen fekk handað prógv í sambandi við, at hon er liðug sum farmakonomur. Útbúgvingin er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir.

29.06.2020

Flótandi paracetamol
Nú krevst ikki longur resept til flótandi paracetamol. Paracetamol er at fáa sum Panodil, Pinex og Pamol

15.06.2020

Munnbind
Heimsheilsustovnurin WHO viðmælir nú til at nýta munnbind. Viðmælt verður at nýta munnbind har nógv fólk eru tætt saman, og har trupult er at verja seg frá korona smittu

08.06.2020

Sólbruni
Vilt tú fyribyrgja at blíva sólbrend/ur, mást tú nýta sólkrem.

25.05.2020
Sólbruni
Vilt tú fyribyrgja at blíva sólbrend/ur, mást tú nýta sólkrem.

Nú kunnu barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta til 1. januar 2021
Heilsumálaráðið hevur longt gildistíðina um ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur.

29.04.2020

Spritt til flatar 75%
Apoteksverkið framleiðir nú denaturerað spritt til sóttreinsan av flatum og útgerð

21.04.2020

Ovurnýtsla av sápu og spritti kann elva til turra húð
Hugsa um, at ovurnýtsla av sápu og spritti kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. À apotekinum eru ymisk sløg av kremi at nýta til turru húðina.

01.04.2020

Hoyfepur
Ofta uppliva vit, at viðskiftafólk okkara koma á apotekið, tá sjúkueyðkennini fyri hoyfepur eru byrjað. Um møguligt, so verður viðmælt at byrja viðgerðina, áðrenn sjúkueyðkennini vísa seg.

Sóttreinsan – hvat slag skal eg velja?
Munur er á teimum ymisku evnunum, ið kunnu verða nýtt til sóttreinsan. Vel rætta sóttreinsanarevnið til rætta høvið.

20.03.2020

Fepur og pína í samband við virusígerð í andaleiðini – hvønn handkeypsheilivág skal eg velja?
Persónar, ið hava mild eyðkenni, kunnu eftir tørvi sjálvi linna eyðkennini við ymiskum handkeypsheilivági, og nýtast tí ikki at seta seg í samband við lækna. Handkeypsheilivágur kann linna eyðkennini, men ger ikki, at tíðarskeiðið við sjúku gert styttri.

18.03.2020

Tíðindabræv frá KEMILUX og Apoteksverkinum
Áheitan til allar føroyingar um at nýta vanligt skynsemi, tá hugsað verður um reinføri. Brúka ikki hondspritt í staðin fyri hondsápu og at vaska hendur.

17.03.2020

-p-500.webp)
Serlig átøk á Apotekunum í samband við korona COVID-19
Fyri at verja okkara starvsfólk og viðskiftafólk ímóti smittuvanda hava vit sett nøkur átøk í verk á Apotekunum kring landið.
-p-500.webp)
16.03.2020

Kom við á roykisteðgskeið
Nú hevur tú møguleikan. Melda teg til okkara roykisteðgskeið. Tú kemur at verða ein partur av einum toymi, har vit fara at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum at leggja av at roykja.

10.03.2020

Hevur tú tikið blóðroynd ið vísir carnitin mongdina í blóðinum?
Bløðrubruni verður ofta viðgjørt við eitt nú pivmecillinam (selexid). Selexid kann tó bert nýtast, um ein blóðroynd finst, ið vísir, at carnitin nøgdin í blóðinum er yvir 10 µmol/L.

09.03.2020

Corona virus
Fleiri og fleiri tilburðir av coronavirus COVID-19 eru staðfestir í okkara grannalondum. Verj teg sjálvan og onnur við at fylgja viðmæltu vegleiðingunum.
-p-500.webp)
02.03.2020
Corona virus
Fleiri og fleiri tilburðir av coronavirus COVID-19 eru staðfestir í okkara grannalondum. Verj teg sjálvan og onnur við at fylgja viðmæltu vegleiðingunum.
Skrubb
"Eg fái FNAT" er ikki longur nakað, ið bara verður sagt, tá ið ikki gongst eftir ætlan. Fleiri og fleiri fáa húðsjúkuna fnat ella skrubb, serliga børn og ung.
11.02.2020

Nú kunnu barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta til 30. apríl 2020
Heilsumálaráðið hevur longt gildistíðina um ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur.

04.02.2020

Vika sex 2020
Góð seksualundirvísing hevur jaliga ávirkan á seksualvanar hjá teimum ungu. Í døgunum 3. til 7. februar ferðast tiltakið Vika sex 2020 til fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum í Føroyum.

03.02.2020

Lúsadagur 2020
31. januar er lúsadagur, og vit viðmæla øllum at kemba børnum teirra hendan dagin. Um vit øll kanna fyri lýs sama dag, so minkast vandin fyri smittu munandi.

31.01.2020

Gjald fyri plastposar
Frá 1. januar 2020 fara øll apotekini at taka pening fyri plastposar.

09.12.2019
Gjald fyri plastposar
Frá 1. januar 2020 fara øll apotekini at taka pening fyri plastposar.

Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur
Í samband við tann europeiska antibiotikadagin hevur danska antibiotikaráðið valt at varpa ljós á bløðrubruna hjá kvinnum. Nógvar kvinnur verða raktar av bløðrubruna – serliga kvinnur yngri enn 30 ár og eldri enn 60 ár. Við at fylgja 3 góðum ráðum, kanst tú í stóran mun fyribyrgja bløðrubruna.

18.11.2019

Diabetesdagur 14. novembur
Hvat er diabetes og hvussu verður diabetes viðgjørt? Hvussu kann eg fyribyrgja diabetes? 14. novembur er Diabetesdagur, og í tí sambandi varpar apotekið ljós á sjúkuna diabetes.

14.11.2019

Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur
Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at tað frá 26. oktobur 2019 er ókeypis fyri barnakonur at koppsetast fyri kikhosta. Tilboðið er galdandi til 1. februar 2020.

28.10.2019
Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur
Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at tað frá 26. oktobur 2019 er ókeypis fyri barnakonur at koppsetast fyri kikhosta. Tilboðið er galdandi til 1. februar 2020.

Leiðbeining til at garva skinn
Á síðuni hjá Apoteksverkinum finnur tú ymiskar leiðbeiningar til, hvussu ein garvar skinn. Umráðandi er at minnast til, at skinnið skal saltast beinanvegin, eftir at seyðurin er flettur.

18.10.2019

Kikhostakoppseting til børn
Í Føroyum verður mælt til, at øll børn verða koppsett fyri ávísar sjúkur. Tær tilmæltu koppsetingarnar eru ókeypis og verða gjørdar hjá kommunulæknunum. Ein av sjúkunum, sum koppsett verður fyri í barnakoppsetingarskránni, er kikhosti.

17.10.2019

Vaksandi tilburðir av skrubbi
Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun varð tosað um tað vaksandi talið av skrubbtilburðum í Føroyum. Eisini bendir nógv á, at skrubbmottan er blivin meira mótstøðuførð fyri vanligu viðgerðini, enn áður.
11.10.2019

Koppingarevni fyri garnasótt
Apoteksverkið fer aftur í ár at avgreiða koppingarevni fyri garnasótt. Tað er alneyðugt, at allur seyðurin verður koppsettur, soleiðis sum landsdjóralæknin mælir til.

20.09.2019

Fótadagur 2019
19. september er fótanna dagur. Í hesum sambandi hevur felagið Danske Fodterapeuter framleitt ein faldara við 10 góðum ráðum um fótarøkt.

18.09.2019
Fótadagur 2019
19. september er fótanna dagur. Í hesum sambandi hevur felagið Danske Fodterapeuter framleitt ein faldara við 10 góðum ráðum um fótarøkt.

Nýggir farmakonomar
Hósdagin 29.08.2019 var hátíðardagur á Tjaldurs apoteki. Ragnfríð G. Hansen, Jóhan B. Johansen og Anja S. Danielsen fingu handað prógv í sambandi við, at tey eru liðug sum farmakonomar. Útbúgvingin hevur tikið 3 ár, og er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs apoteki í Tórshavn. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir.

30.08.2019
Nýggir farmakonomar
Hósdagin 29.08.2019 var hátíðardagur á Tjaldurs apoteki. Ragnfríð G. Hansen, Jóhan B. Johansen og Anja S. Danielsen fingu handað prógv í sambandi við, at tey eru liðug sum farmakonomar. Útbúgvingin hevur tikið 3 ár, og er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs apoteki í Tórshavn. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir.

Havhestaveiða og kloramin pulvur
Umráðandi er at hugsa um reinføri, tá farið verður eftir havhesti. Mælt verður til at nýta kloramin til at sóttreinsa hendur og útgerð við. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at ein verður smittaður við sjúku, sum havhestar og havhestaungar kunnu bera.

27.08.2019

HPV koppseting til dreingir
19. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum. Framyvir kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár verða koppsettir ókeypis fyri humant papillomavirus (HPV).

15.08.2019

Góð ráð til ferðina
Hevur tú minst til handapotekið til ferðina? Tað er altíð eitt gott hugskot at hava sítt egna lítla handapotek við heimanífrá.

12.07.2019
Góð ráð til ferðina
Hevur tú minst til handapotekið til ferðina? Tað er altíð eitt gott hugskot at hava sítt egna lítla handapotek við heimanífrá.

Nýggj kunngerð um tilskot til heilivág
1. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.

05.07.2019

Nýggja skipanin í Danmark er ikki galdandi í Føroyum
Í Danmark er nýggj skipan sett í verk 1. juli 2019, har ávísir útlærdir farmaseutar kunnu endurnýggja einstøk sløg av forskriftaheilivág á apotekinum. Nýggja skipanin í Danmark er tó ikki galdandi í Føroyum.

02.07.2019

Góð ráð um sól og heilivág
Visti tú, at ávísur heilivágur kann gera, at húðin hjá tær gerst serliga viðkvom fyri sólarljósi? Í slíkum førum eru ráðini um skugga, sólhat og sólkrem serliga týdningarmikil at fylgja.

Maður og magasýrutrupulleikar?
Í samband við Mens Health Week 2019 hevur apotekið varpað ljós á menn og magasýrutrupulleikar.
17.06.2019

Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu
Apoteksverkið hevur í dag koyrt av bakkastokki nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni finnur tú kunning um apotekini kring landið, tænastur sum Apoteksverkið bjóðar umframt hópin av tilfari viðkomandi fyri heilsutænastur, sum Apoteksverkið bjóðar.

07.06.2019