Nýggjasta apotekið í Føroyum er Vága apotek, sum lat upp 2. apríl 2025. Vága apotek, sum er staðsett á Heiðavegi í Miðvági, er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri.
Fimm starvsfólk starvast á Vága apoteki, og kundagrundarlagið í Vágum er umleið 3.500 fólk.
Ein sjálvtøka til handkeypsheilivág er uttan fyri Vága apotek. Sjálvtøkan er opin alt samdøgrið, og allar dagar í árinum. Her fæst mest vanligi heilivágurin, so sum pínustillandi, umframt sjóverkstablettir og annað.
Heiðavegur 4 370 Miðvágur |
+298 40 40 40 | vaga(kurla)apotek.fo |
+298 40 40 40 |
vaga(kurla)apotek.fo |
V-tal: | 674524 |
EAN: | 5797100000799 |