Folinsýra FAP tablettir 5 mg B03BB01

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Folinsýru tablettir. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

Folinsýru tablettir 5 mg er forskriftaheilivágur.

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita.
  • Læknin hevur fyriskipað Folinsýru FAP persónliga til tín og tískil skalt tú ikki geva øðrum heilivágin. Heilivágurin kann vera til skaða fyri onnur.
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Folinsýru
  3. Soleiðis skalt tú taka Folinsýru
  4. Hjáárin
  5. Soleiðis skalt tú goyma Folinsýru
  6. Aðrar upplýsingar

1. Folinsýra - virknaður og nýtsla

  • Folinsýra er ein B-vitamin (B9) og verður brúkt til at viðgera blóðtrot orsakað av folinsýrutroti treytað av niðursettum upptøkuførleika ella folinsýrutroti vegna folinsýrufátæka føðslu.
  • Folinsýra virkar við at vera ein partur av samevningini av DNA og RNA og hevur stóran týdning fyri kyknudeiling.
  • Folinsýra kann eisini verða kallað folsýra.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Folinsýru

Tak ikki Folinsýru, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri folinsýru ella einum av hinum innihaldsevnunum, ið eru í Folinsýru.
  •  hevur B12-vitamintrot. Tó uttan so, at tað er vitandi, at tú við vissu hevur folinsýrutrot.

Tosa við læknan, áðrenn tú tekur Folinsýru, um tú:

  • hevur blóðtrot, har orsøkin ikki er kend.
  • hevur B-12 viamintrot.

Legg til merkis, at um tú ert í dialysuviðgerð, so verður viðmælt, at tú tekur 0,5 mg til 1 mg folinsýru dagliga.

Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági. Tosa við læknan, um tú tekur heilivág fyri:

  • liðagikt og bruna í langanum (salazosulfapyridin).
  • epilepsi. Flestu evnini fyri epilepsi kunnu niðurseta innihaldið av folinsýru í blóðinum, serliga hjá børnum. Folinsýra kann eisini minka um virknaðin av phenytoin.
  • ov høgt kolesterol í blóðinum (colestyramin/colestipol).
  • ígerð (chloramphenicol, sulfonamidir, trimethoprim).
  • gikt og ávísar krabbameinssjúkur (methotrexat).

Matur, drekka og alkohol: Folinsýra kann verða tikið saman við mati, men hetta er ikki neyðugt. Folinsýra skal takast saman við einum glasi av vatni.

Barnakonur: Folinsýra kann takast í samráð við lækna, um ein er við barn.

Bróstageving: Folinsýra kann takast, um tú gevur bróst. Folinsýra verður útskilt í móðurmjólkini, men ongar upplýsingar eru um hjáárin hjá barninum. Tosa við læknan, um tað eru spurningar hesum viðvíkjandi.

Ferðslu- og arbeiðstrygd: Folinsýra ávirkar ikki arbeiðstrygdina ella førleikan at koyra bil og vera tryggur í ferðsluni.

Folinsýra inniheldur laktosu: Set teg í samband við lækna áðrenn tú tekur heilivágin, um læknin hevur sagt tær, at tú er ovurviðkvæmur fyri ávísum sukursløgum.

3. Soleiðis skalt tú taka Folinsýru

Tak altíð Folinsýru neyvt eftir tí vegleiðing, sum lækni ella starvsfólk á apotekinum hava givið tær. Er tu í iva, spyr so lækna ella apotekið.

Vanligur skamtur er hesin: 1-4 tablettir (5-20 mg) um dagin.

Hevur tú tikið ov nógv av Folinsýru: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið meira Folinsýru, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri.

Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv av Folinsýru (í samband við langtíðarnýtslu) kunnu vera minkaður matalystur, vaml, luft í maganum, beiskur/keðiligur smakkur í munninum, broytt svøvnmynstur, trupulleikar við at hugsavna seg, erkvisni, órógv og fjáltur, tunglyndi, ovfarakæti, ørkymlan og ávirkað metingarevni.

Hevur tú gloymt at taka Folinsýru: Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt

4. Hjáárin

Folinsýra, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin.

Niðanfyristandandi hjáárin eru sæð fyri heilivág sum innihalda folinsýru.

Sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): Roði, útslett, skriði, notufepur, álvarslig ovurviðkvom reaktión (kann vísa seg við t.d. húðútsletti, andlit, tunga og svølgrúm gerast hovin, ein fær trupulleikar við andadráttinum - anafylaktisk shock). Hendan støðan kann vera lívshættislig.

Hjáárin, har títtleikin ikki er kendur: Órógv í maga og tarmi, so sum vaml, uppblástur magi og luft í maga. Eru álvarslig sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til læknan ella á skaðastovuna.

Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan.

Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin.

5. Soleiðis skalt tú goyma Folinsýru

Krógvið Folinsýru fyri børnum.

Folinsýru tablettir hava ikki serligar goymslutreytir. Nýt ikki Folinsýru eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining.

6. Aðrar upplýsingar

Folinsýra FAP hevur í sær hetta virkna evnið: Folinsýra

Hini evnini eru: Lactosu monohydrat, mikrokrystalinsk cellulosa (PH 102), vatnfrítt silica (colloidal), magnesium stearat, natriumcroscarmellosa.

Útsjónd og stødd á ílati: Folinsýru FAP tablettir 5 mg eru rundar gular tablettir uttan deilikervi við búmerki. Støddin á tablettini er 6 mm. Folinsýru FAP tablettir 5 mg eru at fáa í pakkastøddini 100 stk.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo.

Upplatingartíðir