Útkoyring av heilivági

Møguleiki er hjá tær at ringja til apotekið og fáa heilivágin bornan út. Talan er um eina tænastu, sum Tjaldurs Apotek bjóðar borgarum í Tórshavn, og Norðoya Apotek bjóðar borgarum í Klaksvík.

Býrt tú í Tórshavn? Ring á tlf. 34 11 00 innan kl. 13.00 gerandisdagar. So fært tú heilivágin koyrdan til dyrnar millum kl. 16 og 19 sama dag. Tað er umráðandi, at tú ert heima í hesum tíðarskeiði, tá heilivágurin verður koyrdur út.

Býrt tú í Klaksvík? Ring á tlf. 47 25 00 innan kl. 13.00 gerandisdagar. So fært tú heilivágin koyrdan til dyrnar um kvøldið sama dag. Tað er umráðandi, at tú ert heima, tá heilivágurin verður koyrdur út.

Gjaldið fyri hesa tænastu er 50 kr. og gjaldast skal við korti.

Upplatingartíðir