Skamtaður heilivágur

Skamtan er ein hjálp hjá brúkara, ið tekur fleiri sløg av heilivági ymiskar tíðir á samdøgrinum, ella sum av aðrari orsøk tørvar hjálp í sambandi við heilivágin, sum tikin verður. Ein skamtanarforskrift kemur ístaðin fyri vanligu forskriftirnar. 

Betri yvirlit

Skamtanarforskriftin er eitt heildaryvirlit yvir heilivágin hjá brúkara. Á skamtanarforskriftini eru øll sløgini av heilivági, sum verður skamtaður, og tilskilað er, hvussu og nær hann skal takast. Eitt eintak verður altíð sent lækna og brúkara.

Skjalamappa

Brúkarin fær eina mappu við avriti av skamtanarforskriftini. Í mappuni eru myndir av tablettum/hylkjum, umframt upplýsingar frá framleiðara um heilivágin.

Gev gætur!

Boðast skal frá, um ein verður innlagdur á sjúkrahúsi. Somuleiðis skal skjalamappan fylgja við brúkaranum í sambandi við innlegging. Í skjalamappuni stendur allur heilivágur, ið verður skamtaður.

Hvat er skamtan?

 

Skamtan merkir, at tann heilivágur, sum brúkarin tekur, verður maskinpakkaður í skamtar. Pakkað verður í smáar samanhangandi skamtposar úr plasti. Hvør rulla er til 14 dagar. 

Hvør skamtposi er týðiliga merktur við navni, føðingardegi, innihaldi, og nær heilivágurin skal takast. Hetta er við til at tryggja, at rættur heilivágur verður tikin rætta tíð.

 

 

Hvør er mannagongdin tá byrjað verður við skamtan?

Ynskir tú at fáa skamtaðan heilivág, skalt tú seta teg í samband við lækna og biðja um at koma í skipanina. Læknin skrivar skamtanarforskriftina og sendir Framleiðsluapotekinum hana.

Avtalað verður, um tann pakkaði heilivágurin verður heintaður á apoteki ella sendur tær.

Fyri at fáa skamtaðan heilivág er neyðugt, at tú ert meldað/ur til sjálvvirkandi GjaldSkipanina.

Tilmelding til sjálvvirkandi GjaldSkipanina

Fyrstu ferð, Framleiðsluapotekið fær eina skamtanarforskrift frá lækna, sendir Apoteksverkið brúkaranum eina áheitan um at fylla út oyðublað til peningastovn.

Oyðublaðið sæst eisini niðast her á síðuni. Oyðublaðið kann printast út hiðani og latast apotekinum.

Hvat kostar at fáa skamtlutaðan heilivág og hvussu verður goldið?

Somu treytir eru galdandi fyri skamtlutaðan heilivág sum fyri annan heilivág. Um Heilsutrygd letur tilskot til heilivágin, verður gjaldið fyri hvørt 12 mánaða tíðarskeið í mesta lagi:

  • 1348,80 kr. fyri fólk 67 ár og eldri
  • 2109,30 kr. fyri fólk 18 til 67 ára gomul.

Veitir Heilsutrygd hinvegin ikki tilskot til heilivágin, kann gjaldið fara upp um nevndu mørk. Tá kann læknin í ávísum førum søkja um sertilskot til heilivágin fyri hvønn einstakan brúkara. Les meira um stuðul til heilivág her.

Gjaldið fyri heilivág og pakking verður heintað inn umleið einaferð um mánaðin, ella til Heilsutrygd rindar allan kostnaðin.

Hvør heilivágur kann pakkast í skamtposa?

Bara hylki og vanligar tablettir kunnu verða pakkaðar í skamtposa. Tað merkir, at upploysiligar tablettir, smeltitablettir og allar aðrar tablettir, ið kunnu draga til sín vætu, verða ikki pakkaðar.

Antibiotika, kynshormon og cytostatika verða ikki pakkað. Náttúruheilivágur og kostískoyti. (t.d. vitaminir), verða tikin við eftir fakligari meting. Hetta verður kortini bara gjørt í avmarkaðan mun.

Tekur tú hesi sløgini av heilivági, so verður hetta útflýggjað á vanligari forskrift og ikki á skamtanarforskrift.

Hvussu taki eg skamtaða heilivágin?

Hvør skamtposi er týðiliga merktur við navni, føðingardegi, innihaldi, og nær heilivágurin skal takast. Hetta tryggjar, at rættur heilivágur verður tikin rætta tíð.

Sí vegleiðingina um, hvussu posin verður latin upp her. Vegleiðingin kann eisini takast niður niðast á síðuni.

Hvør er mannagongdin við broytingum?

Skamtanarforskriftin er galdandi í tvey ár. Hvørja ferð heilivágurin verður broyttur, verður skamtanarforskriftin longd tvey ár. Um eingin broyting er gjørd, er óneyðugt at endurnýggja forskriftina, tey tvey árini hon er galdandi.

Tá ið læknin broytir skamtanarforskriftina, kemur henda broyting við, næstu ferð pakkað verður. Um læknin ger vart við, at hetta ikki kann bíða, verður heilivágurin pakkaður fyrr.

Aftan á tvey ár uttan broyting 

Er heilivágurin óbroyttur í tvey ár, skalt tú seta teg í samband við læknan og biða um at fáa nýggja skamtanarforskrift. Verður hetta ikki gjørt, áðrenn skamtanarforskriftin verður ógildað, steðgar pakkingin.

Áminning verður send tær og lækna tríggjar mánaðir áðrenn, at skamtanarforskriftin verður ógildað. Hevur Framleiðsluapotekið eingi boð fingið frá lækna, verður áminning send aftur, ein mánað áðrenn skamtanarforskriftin verður ógildað.

Hvat um eg skal ferðast ella innleggjast á sjúkrahúsi?

Tá ið farið verður at ferðast

Apotekið kann pakka niðurfyri, um sagt verður frá í góðari tíð (minst 1 mánað frammanundan).

Innlegging á sjúkrahúsi

Í sambandi við innlegging á sjúkrahúsi er neyðugt, at Framleiðsluapotekið fær boð um hetta sum skjótast, so at pakkingin verður tillagað. Annars heldur pakkingin fram sum vant, og goldið verður fyri pakkingina.

Í sambandi við útskriving, skal Framleiðsluapotekið hava boð sum skjótast. Verða broytingar gjørdar í heiliváginum, skal læknin boða Framleiðsluapotekinum frá.

Av tí at Framleiðsluapotekið pakkar til 14 dagar í senn, kunnu ganga 14 dagar, áðrenn pakkingin er klár. Vil læknin hava, at brúkarin skal fáa heilivágin fyrr, skal verða gjørt vart við tað. 

Kann skamtaður heilivágur koyrast út?

Tú kanst velja at fáa heilivág koyrdan til hús 14. hvønn dag, ella tú sjálv/ur heintar skamtaða heilivágin á apotekinum.


Oyðibløð at útfylla eru at fáa á apotekunum og niðast á síðuni.

 

 

Skamtan
Staravegur 15
100 Tórshavn
+298 34 11 31 skamtan@apotek.fo
+298 34 11 31
skamtan@apotek.fo
Upplatingartíðir
mánadag - fríggjadag
08:00 - 16:00
Upplatingartíðir